Rudda fyri 50 metrar hylinum

Fyrireikingarnar til bygging av langhyl í Vági eru komnar so væl áleiðis, at fólk verða biðin um at taka sítt burturkast.

Tað er Tekniska deild hjá Vágs kommunu, sum í lýsing boðar frá hesum.

Sagt verður, at í samband við bygging av svimjihyli á Oyrunum, verða tey, sum eiga eitthvørt á økinum eystanfyri elverkið hjá SEV, biðin um at beina hettar burtur.

- Hetta skal gerast í seinasta lagi 21. oktober - og tað er altso komandi fríggjadag, verður sagt.

Tað sum ikki er ruddað áðrenn henda dagin, verður beint burtur fyri eigarans rokning.