Ruddidagar í Tinganesi

Fíggarlógin er eitt verri upptak. Fríggjadagin gav samgongan mentanarøkinum kunstigan andradrátt, og í komandi viku verða trupulleikarnir á almannaøkinum helst loystir. - Vit eru komin í hesa støðuna, tí Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum gjørdi nakrar fatalar broytingar og faktuellar feilir í fíggjarlógaruppskotið, beint áðrenn tað varð samtykt, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, um óskilið, sum flokkur hansara nú er vaknaður upp til, eitt nú á økinum børn og ung.

Í gjár boðaði Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, frá, at samgongan er komin eitt stig nærri eini loysn, eftir at Javnaðarflokkurin kravdi vanligu skránna strikaða á regluliga fríggjadagsfundinum hjá lítlu samgongu, til frama fyri skerjingarnar á almannaøkinum.

Eisini segði formaður Fólkafloksins, at loysnirnar, sum tey koma fram til, skulu vera útreiðsluneutralar á fíggjarlógini.

Men tað er ikki bara Fólkaflokkurin, sum vil hava útreiðsluneutralar loysnir innan barna- og ungdómsøkið.

- Tað vilja allir flokkar í samgonguni, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, við Portalin.

- Tað kemur ikki upp á tal at økja um hallið á fíggjarlógini. Heldur ikki hjá Javnaðarflokkinum. Og loysnirnar skulu finnast innanfyri tey einstøku ráðini, sigur Jóannes Eidesgaard, sum tó er sannførdur um, at samgongan finnur eina loysn á almannaøkinum komandi dagarnar.

Í tilgongdini leggur samgongan eitt ráð undir luppin í senn, og ger síðan partssemjur sohvørt, so landsstýrisfólkini kunnu bera lógaruppskot, sum krevjast fyri at halda játtanunum, niðan í tingið.

Setrið bjargað

Higartil er samgongan komin ásamt um, hvussu Mentamálaráðið kann koma upp undan aftur, uttan at heili øki fara í sor. Her vísir Jóannes Eidesgaard eitt nú til trupulleikarnir við Granskingarráðnum og Fróðskaparsetrinum.

- Nú hava vit avgreitt mentamál, við at finna loysnir innan fyri ráðið sjálvt. Næsta avbjóðing er so at finna loysnir á almannaøkinum, so vit sleppa undan at fara so harðliga fram móti teimum veikastu, sigur Jóannes Eidesgaard.

Men fíggjarmálaráðharrin stendur framvegis fastur við, at fíggingin í størstan mun skal finnast innan fyri einstøku ráðini, fyri at sleppa undan at økja hallið á fíggjarlógini.

- Eg veit væl, at tað er ein truplari uppgáva at finna pening innan almannaøkið, tí tað er nógv dýrari, sigur Jóannes Eidesgaard. Men hann væntar tó, at tey fara at koma fram til eina felags semju, sum bøtir um korini hjá teimum veikastu, sum verða rakt í hesum døgum.

Spurdur, hvussu tað kennist sum javnaðarmaður at skula spara so nógv á almannaøkinum, sigur Jóannes Eidesgaard, at hann metir hetta ikki vera eina sparirundu sum so.

- Í løtuni royna vit at minimera avleiðingarnar av einari fíggjarlóg, sum varð broytt til ókenniligheit, tá Fíggjarnevndin hevði havt fingrarnar í henni, sigur Jóannes Eidesgaard, og sipar til beinleiðis faktuellir feilir og sparingar, sum í praksis eru ógjørligar at gjøgnumføra.

Óheppin tilgongd

Men tit í samgonguni eiga formannin og meirilutan í Fíggjarnevndini. Er tað so ikki samgongan sjálv, sum hevur ábyrgdina av óskilinum?

- Fíggjarlógartilgongin var á nógvan hátt óheppin. Tað, sum landsstýrisfólkini komu við, bleiv í fleiri førum feia av borðinum í Fíggjarnevndini. Og seinastu dagarnar áðrenn samtyktina, høvdu vit ikki atgongd til uppskotið meira. Men kanska eg átti at tosað meira við landsstýrisfólkini áðrenn. Tað kann væl vera, sigur Jóannes Eidesgaard, sum ikki heldur seg kunna ábyrgdast fyri arbeiðsháttin hjá Fíggjarnevndini.

- Men tað er ongin ivi um, at samstarvið millum Landsstýrið og Fíggjarnevndina eigur at byggja upp á nøkur onnur prinsipp framyvir, so hetta skal rættast upp, sigur hann.

Men hetta, og nógv annað, kunnu tit lesa meira um í Sosialinum í morgin, har vit prenta eina samrøðu við fíggjarmálaráðharran um fíggjarlógina og føroyska búskapin í framtíðini.