Leygardagurin var almennur ruddingardagur í høvuðsstaðnum.
Býráðið hevði eins og undanfarin ár heitt á, eitt nú, ítróttarfeløg og eigarafeløg um at hjálpa til við ruddingini og tað sær út til at verða ein skipan sum virkar eftir ætlan.
Tórleif Dalsgaard, sum vegna kommununa hevði ábyrgd av ruddingardegnum sigur, at tað kom sera nógv burtur úr.
? Eigarafeløgini rudda økini sum liggja í grannalagnum hjá teimum sjálvum, og tað ger at fólk eru sera áhugað at taka eina hond í.
? Ítróttarfeløgini verða hinvegin biðin um at taka sær av teimum almennu økjunum og av útjaðaraøkjunum og tað hevur virkað sera væl, sigur Tórleif Dalsgaard.
Tiltakið hjá ítróttarfeløgunum gekk út frá B36-húsinum.
Kom nógv av skafti
Og væl er arbeitt, má sigast.
Kommunala Orku- og Brennistøðin fekk millum 800 og 900 kubikmetrar av ruski niðan at brenna og manningin á brennistøðini arbeiddi í døgndrift um vikuskiftið.
Men tað var ikki bara rusk úr náttúruni, sum var latið brennistøðini.
Tórleif Dalsgaard sigur, at húskini í høvuðsstaðnum nýta høvið til at rudda kjallaran og loftini - kanska tí tey halda tað er einasti møguleiki at sleppa av við ruski ókeypis.
Men so er ikki.
Síðan 1. januar 1998 hevur tað verið møguligt at sleppa av við »kjallarrusk« ókeypis. Fyrr skuldi gjaldast fyri tað, men soleiðis er tað ikki longur.
Almenni ruddingardagurin í høvusstaðnum verður hildin hvørt ár í mai mánað, so tað er nossligt til summarið.
Dagurin verður hildin í mai - áðrenn gróður av álvara kemur í, tí annars er vandi fyri at ein stórur partur av ruskinum hvørur í grasinum.