Runavík umhugsar eldratilhald

Síðan 1. januar hevur onki dagtilhald verið fyri eldri fólk í Runavíkar kommunu, tí tað almenna ikki longur stuðlar tilhaldinum. Nú umhugsar kommunan at gjalda fyri hetta sjálv, men fíggjarliga er kommunan eitt sindur trongd. Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, sigur, at sjálvandi skal kommunan gjald

Runavíkar kommuna hevði sín fyrsta almenna býráðsfund í gjár. Har avgjørdi kommunan, at hon skuldi kanna nærri, um at lata stuðul til dagtilhaldið Fløvan á Glyvrum. Higartil hevur landið latið stuðul til tilhaldið, ið hevur verið til í 18 ár.

- Tað er greitt ein uppgáva hjá landinum at gjalda fyri hesi tilhaldini, men vit kunnu verða noydd at gera okkurt við tað, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Hann leggur afturat, at spurningurin um hvat kommunan fer at gera eisini hevur nógv við tað fíggjarliga hjá kommununi at gera.

- Vit vilja sjálvandi hava eitt tilhald, men peningurin er ikki so nógvur, sigur borgarstjórin.

Rósa Samuelsen er ósamd við borgarstjóranum um hetta mál.

- Fløvin er eitt tilhald fyri frísk fólk, og tí er tað ein kommunal uppgáva, júst á sama hátt sum ítrótt og ungdómstilboð. Bara tí fólk fylla 67, so merkir tað ikki, at tey ikki skulu vera ein partur av kommununi longur, sigur Rósa Samuelsen. Hon vísir somuleiðis á, at tað bara eru nøkur fá tilhald, ið hava fingið stuðul frá landinum, og nýggj tilhald eru øll goldin av kommununum.

- Hinvegin skulu heim við teimum, ið eru verri fyri, stuðlast av landinum, tí tað er greitt ein landsuppgáva, staðfestir landsstýriskvinnan. Sum heldur tað vera undarligt, at tey eldru tilhaldini fyri frísk hava fingið studning frá landinum, meðan nýggjari tilhald eru goldin av kommunum. Rósa Samuelsen er tó av tí sannføring, at tilhald fyri frísk er ein týdningarmikil partur av fyribyrgjandi viðger og heldur tí, at hetta er nakað kommunurnar skulu raðfesta.

Í Runavíkar kommunu samtykti mann eisini í gjár, at verður stuðul latin til eitt tilhald í kommununi, so verður tað bara eitt tilhald.



Býráðsfundur í Runavík


Á býráðsfundinum í gjár, vóru eisini onnur mál á skránni. Hitt stóra málið, uttan tilhaldið, var at søkja viðarstuðul til verkætlanir í kommununi fyri at fríðka um.

- Vit hava valt at søkja innlendismálaráðið um stuðul til tvær ymiskar verkætlanir. Eina við Prestá á Skála, har ein verkætlan hevur koyrt í eina tíð, og so er ein nýggj í Æðuvík, greiðir Magnus Rasmussen, borgarstjóri frá.

Eisini vórðu fleiri ymiskar nevndir valdar. Hegnsýnisnevndir vóru valdar fyri ymiskar partar av kommununi, umframt, at limir vórðu valdir í barnaverndartænastuna, ið er umboðað við limum úr Sjóvar kommunu, Runavíkar kommunu og Nes kommunu.

Harumframt vóru limur og varalimur valdir í Skattakærunevndina og í nevndina fyri SEV.