Runavík á verðinskortið

North Atlantic Fish Fair verður sett í Runavík týsdagin. Talan verður um eina stevnumerkta býarmynd við cafélívi og tónleiki og Norrøna verður við bryggju sum hotelskip, tá føroyingar og útlendingar leita til Runavíkar á størstu fiskivinnustevnuna av sínum slag nakrantíð í Føroyum

 

Eini 400 útlendingar kunnu væntast til stóru fiskivinnustevnuna, North Atlantic Fish Fair, ið byrjar í Runavík týsdagin.

Fyrireikararnir vænta eini 5000 vitjandi teir 3 dagarnar, stevnan er, og tað letur til, at málið verður rokkið, siga teir.

Talan er um stóra stevnu, og tí verður framsýningarplássið býtt í fýra. Tvey stór tjøld á 1000 fermetarar hvørt og so ítróttarhøllin, umframt ein bygning afturat. Tjøldini eru leigað úr Skotlandi. Í alt er framsýningarøkið innandura einar 4000 fermetrar.

Ásannandi, at her krevjast royndir og serkunnleiki, hava fyrireikararnir heitt á danska felagið Danstand, um at byggja básarnar.

Fleiri enn 200 fyritøkur eru við, helvtin úr útlondum. Og koma framsýnarar bæði úr Asia, Amerika og Evropa. Tó eru flestu útlendsku framsýnararnir úr grannalondum okkara. Millum gestirnir teljast eisini vitjandi úr Afrika.

Eitt sermerkt við stevnuni, í mun til aðrar tílíkar altjóða stevnur er, at stevnan verður meira aktiv enn vanligt. T.d. verður bátahylurin nýttur, og er m.a. ætlanin, at bátar kunnu fara út á fjørðin at sýna bát og bátaútgerð fram í meira náttúrligum umhvørvi.

Norrøna er hotel

Tað skal nógvur hotelkapasitetur til at hýsa so mongum fólkum og fyri at hetta ikki skuldi gerast ein trupuleiki varð avgjørt at leiga ferðamannaskipið Norrøna til hotelskip. Norrøna kemur soleiðis at liggja við bryggju í Runavík og har verður m.a. tónleikur, kalt borð og annað umborð, júst sum vit kenna tað frá Norrønnu og hotelvirksemi annars.

Stevnumerkt

Runavíkar Kommuna hevur tikið sera væl ímóti tiltakinum og verður býurin sjálvsagt flaggskrýddur stevnudagarnar.

Eisini verður meira café- og tónleikalív, enn vanligt og t.d. verður Høganes karmur um ymisk tiltøk.