Lagt er upp til eina spennandi steypafinalu á Tórsvølli á Ólavsøku. Liðini í finaluni eru HB og NSÍ, og harvið er talan um eina endurtøku av finaluni fyri tveimum árum síðani, sum runavíkingar vunnu 2-1.
Venja á grasi
Til tess at verða so væl fyrireikaðir sum gjørligt til finaluna, ætla runavíkingar sær á venjingarlegu í nakrar dagar undan sjálvari finaluni. Venjingarlegan hjá NSÍ verður í Hvalba, og tað er óivað tí, at hvalbingar hava tann eina av bert trimum grasvøllum í landinum. Steypafinalan verður jú sum teimum flestu kunnugt leikt á grasinum á Tórsvølli, og tí er tað avgjørt ein fyrimunur, at leikararnir hava havt høvi til at venja seg við at spæla á grasi í eina tíð frammanundan.