Talan var helst um seinastu ólavsøkurenningina á Skálatrøð, tá teir 210 luttakararnir, sum høvdu teknað seg, fóru undir teinin tann 27. juli.
Ætlanin er í øllum førum, at Bragdið, sum fyllir 60 ár komandi summar, til ta tíð skal skipa fyri renningini á nýggju breytini í gundadali, og í so máta var talan helst um søguliga ólavsøkurenning.
Og vinnarin av søguligu renningini var Símun Joensen úr Klaksvík, sum við hesum kanska setti sjøtul á eina fyri klaksvíkingar sera góða ólavsøku, har gullmerki í hópatali vórðu vunnin. Símun hevði 16 minuttir og 26 sekund um teinin. Hjá kvinnunum var Borgarhjørt Holm fyrst um málið. Hon hevði tíðina, 20 minuttir og 21 sekund.
Samlaðu úrslitinin eru at síggja á heimasíðuni, www.athletics.fo