Rúsan flytur til Posta fyri at geva Posta inntøkur

Tvey leigumál við privatar útleigarar eru uppsøgd og nýggju sáttmáli gjørdu við almenna felagið Posta

Tað er fyri at geva Posta inntøkur – og fyri at loysa plássavbjóðing hjá Posta, at tveir sáttmálar við privatar útleigarar eru uppsagdir, og nýggju sáttmáli gjørdur við Posta.

 

– Tað hevur seinastu árini verið ein avbjóðing at sitið við ábyrgd av Posta, ið hevur havt støðugt fallandi virksemi, tí fólk eru næstan givin at senda brøv. Samstundis hevur Rúsan kært sína neyð um hølisviðurskifti.

– Eg bað tí leiðslurnar á Posta og Rúsuni um at kanna, um tað var eitt hugskot at gera ein leigusáttmála. Eftir at leiðslurnar hava tosað saman í eina tíð, varð mett, at eitt samstarv kundi vera til gagns fyri báðar partar.

Soleiðis sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður á økinum, á heimasíðuni hjá Løgmálaráðnum.

– Tí fegnist eg um, at sáttmáli nú er gjørdur, so at høvuðsdeildin á Skálatrøð og søludeildin í Miðlon kunnu flyta inn í høvuðsbygningin hjá Posta á Óðinshædd, sigur Bjarni K. Petersen landsstýrismaður í lógarmálum.

 

Søludeildin hjá Rúsuni leigar frá Miðlon, sum er eitt felag hjá SMS. Høvuðsdeildin á Skálatrøð hevur seinastu árini leigað frá Sp/F Valdemar Lützen Byggibúð á Skálatrøð.