Tað upplýsir ein kelda við innliti í ætlanirnar fyri tíðindastovuni Reuters.
Møguleiki verður hjá útlendskum sendifólkum, sum ikki eru muslimar, at keypa rúsdrekka. Saudiskir kundar eru hinvegin ikki vælkomnir.
Sunnimuslimska Saudi-Arabia hevur strangar lógir viðvíkjandi rúsdrekka.
Drekkur tú rúsdrekka, og myndugleikarnir finna út av tí, kann tað revsast við pískasløgum, bótum, fongsli - ella fyri útlendingar - útvísing av landinum.
Rúsdrekkahandilin skal lata upp í høvuðsstaðnum, Riyadh.
/ritzau/