Rusjibanar setast upp í svimjihøllini

Bogi Andreasen, býráðslimur, Fólkaflokkurin
----

Svimjihøllin í Havn eigur eisini lutvíst at verða baði­land við rusjibanum. Eg havi tik­ið hendan spurningin upp í samráðingunum um íløgu­ætlanina hjá Tórshavnar komm­unu næsta ár
Tað er høgt til loftið og vítt til veggja í snotuligu svimji­høllini í Havn, og tí ber helst til at seta upp vatnrusjibanar í hesi frálíku høll, uttan at onn­ur svimjing í høllini verð­ur nervað stórvegis.
Eg havi lagt uppskot fyri býráðið um at seta pengar av til at kanna møguleikarnar fyri at hava bæði svimjihøll og baðiland við rusjibanum undir sama taki í Gundadali. Tað er mín fatan, at flestu býráðslimir taka undir við slíkari verkætlan. Eg havi áður alment borið fram, at høvuðsstaðurin eigur at leggja rygg til eitt serstakt baðiland, sum er eitt sunt og mennandi átak fyri allar aldursbólkar í Tórshavnar kommunu og kring allar Føroyar. Her kunnu fólk røra seg og hvíla seg, alt eftir hvør tørvurin hjá tí einstaka er.
Ásannandi at tað neyvan fæst undirtøka fyri at byggja eitt sjálvstøðugt baðiland t.d. í Hoyvík, tí kostnaðurin verður ov høgur, mæli eg til, at vit royna at byggja um í verandi svimjihøll, so rusji­banar kunnu setast upp har.
Eg hugsi, at rusjibanarnir eitt nú kunnu setast soleiðis, at teir renna út í annan av teimum smáu hyljunum í svimjihøllini. Tann hylurin hevði so verið tikin frá teim­um smærru børnunum, men bæði størri børn, tilkomin og eldri høvdu ístaðin fingið gleði av nýggju rusjibanunum – kanska tríggir í tali.
Eg mæli til, at farið verður til verka beinanvegin at kanna eftir, hvussu umfatandi ein slík verkætlanin er, so gongd fæst á sum skjótast.
Svimjihøllin í Gundadali hevur tænt bæði havnar­borg­arum og øllum Føroya fólki væl í nógv ár, og stund­in er komin at menna virk­semið í høllini við millum øðrum hesum singlibreytum, sum seta futt í bæði ung og gomul.
Eg eri kortini av teirri fatan, at virksemið og góði hýrurin, sum eru í høllini í dag, ikki verða nervað ov nógv hesi verkætlan. Tað skal sjálvandi fyrst og fremst verða pláss fyri bæði ungum og gomlum í svimjihøllini, so vit øll kunnu kenna okkum væl í hesi frítíðarperlu mitt í høvuðsstaðnum.