Russ has left the beach

   Ummæli

Hanna Jensen
[email protected]
?????????????????????????

Soleiðis segði ein, í tí at Russ Taff seint á kvøldi hin 17.juli koyrdi út av festivaløkinum, og hann flenti óført.
Tað kendist so tómt, tá Russ Taff fór av pallinum seinastu ferð. Tómt er á ein hátt ikki rætta orðið, tí tá tú hevur fingið nakað gott, kann tað ikki vera tómt. Men tað var líkasum, at mann vildi hava hendan lívsvísdómin og sangin um vónina og vakurleikan at dvølja hjá sær eitt sindur longur.
Hann kom inn aftur og gav ein eykasang, men tá tað var gjørt, vistu vit við okkum sjálvum, at nú var hon av - løtan vit høvdu bíðað eftir. Vit høvdu klump í hálsinum og stóðu bara sum kánus. Ein segði umaftur og umaftur: "Hann er farin!"
Russ Taff hevði so nógv at geva, at vit vildu hava meiri. Vit hava lurtað so nógv eftir honum gjøgnum ár og dag, og nógva gleði og troyst hevur hannsara rødd sent út, og nógvar fantastiskar tónleikaløtur, hevur hann givið. At hann veruliga ger tað, var sjón fyri søgn. Eg var rúnarbundin gjøgnum allan tann góða tíman, Russ og føroyski bólkurin vóru á palli. Tað var alt ov stutt!

Hann spældi: Praise the Lord av Heed the Call hjá Imperials
We Will Stand av Walls of Glass,
Rock Solid av Medals
Shake, Down in the Lowlands og I Still Believe av Russ Taff
I Cry, Ain`t No Grave og Winds of Change av The Way Home Somebody´s Coming av Right Here Right Now
Some Say He Was an Outlaw, eitt lag eftir Larry Norman, og onkran afturat
Nakrir sangir ganga aftur á fleiri fløgum. I Cry, Winds of Change, Ain´t No Grave og We Will Stand eru dømi um slíkar.
Tað kundi ikki verið ein betri skrá enn tann sama fyri meg. Tað er sum tá Birgar Jóhannesen spælir 60-ára tónleik - hatta rakti beint á tað, sum eg lurtaði eftir í mínum yngru døgum, og tað er líka gott enn. Eitt lag hevði eg ikki hoyrt áður. So at siga øll teljast millum perlur, og tað er torført at siga, hvat var best at hoyra. I Cry er bara góður - altíð, men tað, sum rørdi meg mest hetta leygarkvøldið á sandinum, var Down in the Lowlands - de profundis - , sum er um at rópa til Gud úr djúpinum, og tað var so veruligt og so viðkomandi fyri meg sum eitt veikt menniskja, og so var tað Somebody´s Coming, sum rættiliga festi seg. Hann er vónríkur um at alt órættvísi og allur óndskapur skulu gerast til einkis, og alt skal verða broytt og nýtt. Annars snúðu tekstirnir, Russ hevði valt til okkum, seg um einleika millum Guds børn, um trúgv í øllum umstøðum, uppreisn, um kvøl og stríð, um Jesus og um altíð at koma heim, tá á stendur og altíð at tilbiðja. Allir tekstir høvdu eina innbygda vón og ærufrykt.
Tað innihaldsliga varð grundfest við tí rokkuta tónleikinum, teirri kraftmiklu soulrøddini, gospelíkastinum og teimum góðu løgunum - ein góð blanding! Tilfarið var frá áttatiárunum og fyrru helvt av nítiárunum. Eisini vóru nakrir altíð viðkomandi gospelsangir hansara, sum mann kennir frá ymsum samanhangi. Heildarúttrykkið av tilfari, framførslu og anda var einastandandi. Og eg haldi uppá, at tað er ikki bara nostalgi, hóast ikki slepst undan tí, hjá flestum okkara. Hetta var ein av teimum konsertunum, har tú ikki kanst standa afturá og lurta. Eg mátti fram at uppliva tað, sum fyrifórst millum artistin og áhoyrararnar - vera partur av tí.
Hvussu skal eg lýsa, hvat tað var? Sjálvandi var tað eitt vanligt samskifti, men tað var eisini meira. Eg haldi eg kann kalla tað eina kraft, sum eg ikki kendi frá nøkrum øðrum bólki ella einstaklingi. Har var ein gleði, sum brúsaði av pallinum, eisini av tí spæligleði, sum tónleikararnir høvdu. Tónleikararnir eru góðir. Tað ber ikki til at lýsa tað øðrvísi! Meirilutin av teimum spældi eisini saman við Lenu Anderssen í vár, og tað var sera gott. So tá eg hoyrdi, hvør skuldi spæla við Taffinum á G! Festivalinum, so frøddist eg og visti, hvussu gott tað fór at vera. Tey vóru: James Olsen, Jákup og Jan Zachariassen (teir eru ikki brøður, men systkinabørn), Óli og Hans Poulsen (teir eru brøður), Kim Hansen, Mikkjal Hvannastein, Heini Lützen, Leila Carlsen og systirin Vanja, Linda Holmberg, Linda Petersen, Jónsvein Heinesen og ein onnur kvinna, sum eg tíverri ikki kendist við. Tað talar fyri seg! Góðan og vælspældan tónleik hoyrdu vit annars nógvan á G!, men tað man vera innihaldið og persónurin, sum ger munin.
Framførslan hjá Russ Taff var høvuðsløtan fyri meg, eftir hana, væntaði eg ikki meira, eg hevði fingið mítt. Sjálvt Lisa Ekdal fánaði í ljósinum av hesi størru stjørnuni, sum onkur kallaði hann dagarnar frammanundan. - Og eg havi helst longu verið á tí bestu Ekdal konsertini eg nakrantíð kann koma á, í Tivoli, summarið 1998.
Hetta skal ikki misskiljast. Eg hoyrdi nógv gott áðrenn Russ Taff t.d. Eivør, sum fall mær best dagin fyri. Eisini aftaná hoyrdi eg nógv gott t.d. Høgna Lisberg, Anniku Hoydal o.a., men eg var líkasum mett, - kundi standa við einum fjarum smíli og njóta restina, men kundi ikki uppliva nakað líka ella meiri inniligt.
??????????

Nakrar áhugaverdar fløgur:

Walls of glass 1983
Medals 1985
Russ Taff 1987
The way home 1989
Under Their Influence 1991
A Christmas Song 1992
Winds of Change 1995
Right Here Right Now 1999
Best of Russ Taff 2003

Viðmerkjast kann, at A Christmas Song leingi hevur verið ímyndin av jólahugna fyri mong. Á henni finst ein serliga góð útgáva av What a Wonderful World.

Vitja heimasíðuna www.russtaff.com

??????????

Russ Taff hevur verið virkin tónleikari í 25 ár. Frá 1977 til 1982 var hann við í bólkinum Imperials. Frá 1983 hevur hann givið soloplátur út. Í 1998 fór hann upp í Gaither Vocal Band, sum hann hevur sungið við inntil í ár, 2004. Hann hevur valt at gevast í hesum bólki og bert vera við til Gaither Homecoming konsertirnar. Væntast kann, at ein solofløga kemur út um umleið eitt ár.