Russar nokta DR-journalisti at koma til Russlands til 2032

Russlands-korrespondenturin hjá DR, Matilde Kimer, fekk í dag at vita, at hon er óynskt í Russlandi næstu 10 árini

 

Matilde Kimer síðani 2009 verið korrespondetnur uttanlands fyri DR. (Arkivfoto). - Foto: Asger Ladefoged/Ritzau Scanpix

Matilde Kimer, sum er Russlands-journalistur hjá Danmarks Radio, hevur fingið forboð ímóti at sleppa inn í Russland »av trygdarávum«.

Tað skrivar DR.

Mánamorgunin fekk hon eitt skjal á flogvølli í høvuðsstaðnum Moskva, har boðini ljóðaðu, at hon ikki kann ferðast ferðast inn í landið fyrr enn í 2032. Hon varð síðani sett í ein bíðisal, til hon varð send av landinum.

– Mín fyrsta reaktión var, at eg gjørdist gallsúr. Og tá eg síðani var kølnað eitt sindur, gjørdist eg eisini kedd, tí eg hugsaði um allar tær góðu upplivingarnar, eg havi havt í Russlandi, sigur Matilde Kimer við DR.

Matilde Kimer hevur seinastu 13 árini arbeitt sum journalistur fyri DR í Russlandi.

Í summar eru 41 journalistar og miðlafólk frá fleiri bretskum miðlum so sum BBC, The Guardian, Daily Telegraph og Sky News tveitt av landinum, skrivar DR.

Við DR sigur Jeppe Kofod, danskur uttanríkisráðharri, at hann fer at biða donsku sendistovuna í Russlandi um at taka málið upp við russisku myndugleikarnar.

– Tað er óhoyrt at fara soleiðis við einum journalisti, og tað er eitt óhoyrt álop frá Russlandi og Putin á frælsar miðlar, og tað er nakað, vit taka stóran avstand frá. Tað vísir, hvørja katastrofala kós, Russland er á, sigur Jeppe Kofod við miðilin.

Matilde Kimer hevur dekkað kríggið í Ukraina úr landinum, síðani russisku innrásina síðst í februar.

Hon hevur verið korrespondentur í Russlandi og Ukraina síðani 2014.

Í 2016 gav hon út bókina »Krigen Indeni« um lívið sum krígskorrespondentur við persónligum og privatum kostnaðum, tað hevur fyri ein journalist við trimum smáum og hálvvaksnum børnum.

/ritzau/

 

Matilde Kimer síðani 2009 verið korrespondetnur uttanlands fyri DR. (Arkivfoto). - Foto: Asger Ladefoged/Ritzau Scanpix