Russisk vørugoymsla aftur rakt av dronuálopi

Russiska nethandilsfyritøkan Wildberries sigur, at ein av vørugoymslunum hjá felagnum enn eina ferð er rakt av dronuálopi.

Wildberries sigur, at logistikkdepilin hjá fyritøkuni í russiska býnum Sarapul aftur er raktur av einum dronuálopi. Eingin skal vera deyður ella særdur. (Savnsmynd)

Tað skrivar Reuters.

 

Sambært fyritøkuni rakti álopið logistikkdepilin hjá Wildberries í russiska býnum Sarapul.

 

Starvsfólkini vórðu flutt burtur úr bygningunum, áðrenn álopið fór fram, og eingin er sambært fyritøkuni deyður ella særdur.

 

Vørur, sum skuldu sendast til kundar úr goymsluni í Sarapul, verða nú fluttar til aðrar goymslur.

 

Fleiri vørugoymslur hjá Wildberries eru fleiri ferðir raktar av dronuálopum í juli mánaði. Russland hevur í fleiri førum lagt Ukraina undir at standa aftan fyri álopini.

 

Wildberries er størsti nethandilin í Russlandi og verður ofta samanborin við amerikanska netrisan Amazon.

 

 

 

Wildberries sigur, at logistikkdepilin hjá fyritøkuni í russiska býnum Sarapul aftur er raktur av einum dronuálopi. Eingin skal vera deyður ella særdur. (Savnsmynd)