Ein maður lat lív, tá russiski trolartin Koralnes sakk í Barentshavinum í morgun. Hinir 16 vórðu bjargaðir. Koralnes er fyrrverandi Strembingur Klokkan sjey boðaði norska bjargingartænastan frá, at ein russiskur trolari hevði tikið 15 menn úr einum bjargingarbáti. Ein tyrla tók tveir aðrarmenn upp av sjónum, men annar teirra var deyður.
Teir russisku sjómenninir eru nú á veg til Tromsø við tyrlu.
Koralnes, sum var 34 metrar langur, er fyrrverandi Strembingur og hoyrdi heima í Skopun. Skipið liggur nú á 160 favna dýpi 70 fjórðingar úr Tromsø.