Ukrainsk sløkkiliðsfólk arbeiða við at sløkkja eldin eftir eitt russiskt álop í økinum kring høvuðsstaðin Kiev mikudagin, í tí, sum ukrainski herurin og Zelensky forseti siga vera størsta dronu- og rakettálopið á Ukraina higartil. - Mynd: Handout/Ritzau Scanpix

Russland sendi 728 dronur og 13 rakettir móti Ukraina í metálopi

Russar vísa aftur allar royndir at fáa vápnahvíld og frið, sigur Zelensky. Samstundis fremja teir stór álop.

Ukrainsk sløkkiliðsfólk arbeiða við at sløkkja eldin eftir eitt russiskt álop í økinum kring høvuðsstaðin Kiev mikudagin, í tí, sum ukrainski herurin og Zelensky forseti siga vera størsta dronu- og rakettálopið á Ukraina higartil. - Mynd: Handout/Ritzau Scanpix

Í dag rakti Russland Ukraina við størsta rakett- og dronuálopinum í meira enn trý árini, kríggið hevur verið.

Hesum boða ukrainski herurin og Volodymyr Zelensky, forseti, frá.

Í Kiev hoyrdust spreingingar og dronur yvir høvuðsstaðnum, eftir at loftálopssirenur ljóðaðu og álopið byrjaði.

Ukrainska flogverjan sigur, at Russland skeyt 728 dronur og 13 rakettir.

Sambært herinum vórðu 711 av dronunum og sjey av rakettum skotnar niður.

Ein ukrainskur sivilur persónur varð dripin í Khmelnytskyi-økinum í vestara parti av Ukraina.

Sambært ukrainsku flogverjuni var álopið í høvuðsheitum ætlað býnum Lutsk í vestara parti av landinum.

Aðrastaðni í landinum eru átta sivilfólk dripin í tveimum býum í Donetsk, meðan ein eitt ára gamal drongur eftir øllum at døma varð dripin í einum russiskum álop í suður-Kherson-økinum, siga embætisfólk.

Álopið byrjaði bert fáar tímar eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hartaði russiska forsetan, Vladimir Putin.

Trump hevur eisini sagt, at hann fer at senda fleiri vápn til Ukraina, so landið kann verja seg móti russisku álopunum.

Í dag segði forsetin, at hann "hyggur" eftir, um tað eisini fer at fevna um Patriot-rakettirnar, sum Ukraina hevur biðið um fleiri av.

Russiska álopið í dag var meira umfatandi enn fyrra russiska metið frá farnu viku, tá 550 dronur og rakettir vórðu sendar upp í ein dag.

– Hetta er eitt sigandi álop - og tað fer fram beint nú, tá nógvar royndir hava verið at fáa frið í lag, at fáa í lag vápnahvíld, men bara Russland heldur fram við at vraka tær allar, skrivar Zelensky á sosialu miðlunum.

Russiska verjumálaráðið sigur, at teirra "langt røkkandi" og "nágreiniligu" álop raktu hernaðarliga undirstøðukervið á eini flogstøð.

– Øll ávíst mál vórðu oyðiløgd, segði ráðið fyrr í dag.

Eingin reaktión var frá stjórnini í Kiev.

Sambært einum talsmanni fyri ukrainska flogverjuna hevði eitt nýtt slag av ukrainskari dronu ein týðandi leiklut í at verja seg móti russiska álopinum.

Ukraina herdi eisini álopini tvørtur um markið til Russland mikudagin.

Russiska verjumálaráðið segði í dag, at loftverjan hjá felagnum hevði skotið 86 ukrainskar dronur niður - serliga yvir vestaru økjunum.

Ritzau/AFP