Russland stúrir fyri øktari Nato-hjáveru í Grønlandi

- Við at draga Nato til Grønlands og Arktis, stuðlar Danmark upp undir stríð, sigur russiski sendimaðurin í Danmark, Vladimir Barbin

Russiski sendimaðurin í Danmark, Vladimir Barbin

Russland sigur seg stúra - álvarsliga - fyri øktu hjáveruni hjá Nato í Grønlandi.

Tað sigur russiska sendistovan í Belgia, har Nato-høvuðssætið er, og hetta sigur sendistovan í einari fráboðan sambært tíðindastovuni AFP.

 

- Tað, sum gongur fyri seg í høga norðri, hevur stóran áhuga fyri okkum, stendur í fráboðanini hjá russisku sendistovuni.

 

Russiski sendimaðurin í Danmark, Vladimir Barbin, skrivar í viðmerking til Ritzau, at við at draga Nato til Grønlands, stuðlar Danmark "konfronterandi tilgongdum", sum hann tekur til.

 

- Danmark er fullveldisríki í sínum avgerðum í málum, sum snúgva seg um trygdina á sínum øki. Men, við at draga Nato til Grønlands og Arktis, stuðlar Danmark upp undir stríð.

 

Lagt verður aftrat, at hetta stuðlar eisini uppundir øktan hernaðarligan spenning í økinum.

 

Russiski sendimaðurin, Vladimir Barbin, heldur, at altjóða trygd, eisini í Arktis, bert kann vera kollektiv, og hann heldur, at øll arktisk lond skulu luttaka í skapanini av økinum.

 

Sermitsiaq, sum skrivar um málið, sigur, at arktisku ríkini, umframt at fevna um danska kongaríkið, eisini eru USA, Kanada, Finnland, Noreg, Svøríki, Ísland og Russland.

 

 

 

Russiski sendimaðurin í Danmark, Vladimir Barbin