Fíggjarmálaráðfrúan hevur í longri tíð verið undir trýsti, bæði tí hon roynir at halda aftur í framhaldandi útreiðsluvøkstrinum hjá landinum, rakstur og løgur, og tí hon eisini skal minka um hallið á fíggjarlógini - virkar sum ein oyðimarkargongd, tí dagsskráin hjá so at siga øllum politisku flokkunum og einstøku politikarunum er tann øvuta, nevnliga at brúka enn meira og ikki vísa afturhald og sparing.
Hon er eisini upp ímóti, at veruligur málrættaður og handfastur búskapar- og fíggjarpolitikkur nærmast hevur verið ikki-eksisterandi seinastu 10-15 árini - bara nýggjar, fleiri og betri tænastur frá tí almenna og stórar upphæddir til løgur. Eykajáttanir og ófíggjað lógaruppskot rutina og siðvenja. Hetta hevur samfelagið og tess borgarar og almennir stovnar vant seg við. Og so selur tað politiskt yvirfyri veljarunum at geva stór og kostnaðarmikil lyftir, men har borgarin upp á longri sikt verður førdur í óføri uttan at vita tað ella ansa tí.
Politiska skipanin virkar eftir hondini resistent yvirfyri búskapar- og fíggjarpolitikki – hetta at brúka fíggjarligt vit og skil.
Fíggjarpolitikkurin í løtuni er fullkomuliga skeivur, í og við, at førdur verður ein ekspansivur og konjunkturviðgangandi fíggjarpolitikkur í bestu tíðum. Tað er í ringum tíðum við einum væl polstraðum landskassa at førast skal ein ekspansivur fíggjarpolitikkur við virksemisskapandi átøkum. Latið privatu vinnuna gera íløgurnar í góðum tíðum og tað almenna gera løgurnar í ringum tíðum - stabiliserandi og konjunkturjavnandi fíggjarpolitikkur.
Uppruddingin í kreppuárunum - í 1990´unum
Í kreppuárunum í 1990´unum var eg sjálvur við í pionerarbeiðinum hjá Fíggjar- og búskapardeildini í Tinganesi at gera nýggju játtanarskipanina hjá landskassanum, sum vit kenna hana í dag, herundir nýggju uppsetingina av fíggjarlógini fyrstu ferð í 1996, lóg um landsins almenna roknskaparhald 1994 og kunngerð um roknskaparverk landsins o.a. 1996. Hereftir skuldi kollegiala stýrisskipanin fjernast og setast skuldi á stovn ministaraábyrgd, har hvørt einstakt landsstýrisfólk skuldi hava umsitingarliga og fíggjarliga ábyrgd av sínum málsøki.
Minnist týðuliga, hvussu stóran dent vit løgdu á ein sterkan samskipandi leiklut hjá nýggja Fíggjarmálaráðnum, tí vit vistu m.a., at aðalráðini vildu onkursvegna royna at liva sítt egna fíggjarliga lív og tí skuldi samskipandi leikluturin hjá Fíggjarmálaráðnum tryggja, at vit í Føroyum kundu fylgja nøkrum samfelagsbúskaparligum málum og føra ein landsins fíggjarpolitikk, herundir samskipa kommunala raksturin og løgur við landsins fíggjarpolitikk - vit skuldu hava ein samlaðan fíggjarpolitikk fyri Føroyar.
Og so var innihaldið í uppgávunum hjá Fíggjarmálaráðnum, sjálvandi eisini gjørt við tí fyri eyga, at tryggja, at Føroyar ongantíð aftur skuldu fara á heysin búskaparliga ella koma í fíggjarligt óføri, við avleiðingum sum fólkafráflyting o.a. Hereftir skuldi politiska leiðslan arbeiða fyribyrgjandi, heldur enn at rudda upp, tá skaðin er hendur.
Fíggjarmálið er við orðum orðum ein sera týðandi garantur fyri, at hvørki land ella kommunur aftur koma sær í fíggjarligt óføri.
Treytin fyri, at henda organiseringin við hesum uppgávu-, ábyrgdar- og heimildarbýtinum í landsumsitingini, virkar eftir endamálinum er, at løgmaður bakkar upp um leiklutin og uppgávurnar, sum Fíggjarmálaráðið skal loysa og hava ábyrgdina av. Samgongan má eisini vera partur av hesum og vísa virðing, innlit, forstáilsi og accept, at hetta eru spælireglurnar. Sama er galdandi fyri øll hini aðalráðini, almennu stovnarnar, kommunurnar og andstøðuna.
Ongin skipan er betri enn tey fólkini, sum manna hesa …..
Er tørvur á strategiskari menning á hesum økinum, so er tað eisini uppgávan hjá Fíggjarmálaráðnum, eitt nú við at seta í verk fíggjarpolitiskt regluverk, sum týðandi amboð at brúka fyri at hava tamarhald á útreiðslunum og skuldini hjá landskassanum. Strategisk menning meinast her við … ”innsatsurin aktivt við bestu kørmunum at menna búskaparliga tilverugrundarlagið hjá Føroyum, herundur samfelagnum, vinnuni og privatu húsarhaldunum”.
Uppgávur hjá Fíggjarmálaráðnum - Búskaparmál
Brot úr uppgávulýsingini á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum, undir Arbeiðsøki:
”Uppgávurnar hjá Fíggjarmálaráðnum í hesum sambandi eru millum annað at lýsa føroyska búskapin og at greina ymisk viðurskifti og tættir í búskapinum. Hetta er neyðugt, skal landsstýrið hava eitt gott og rættvísandi grundarlag í arbeiðinum at reka ein skilagóðan búskaparpolitikk, sum stuðlar tryggum og haldgóðum búskaparvøkstri.
Tá ið fíggjarpolitikkur landsins verður lagdur til rættis, er eisini umráðandi, at landsstýrið hevur so gott og rættvísandi grundarlag sum gjørligt í hesum arbeiði. Hetta fevnir millum annað um, at forsagnir um landsins inntøkur og útreiðslur eru so neyvar og rættvísandi sum gjørligt.
…. Týðandi amboð í hesum arbeiði eru millum annað:
- 1. At greina búskaparlig hagtøl, sum Hagstovan kunnger
- 2. At greina hagtøl um landsins inntøkur og útreiðslur, sum Gjaldstovan og TAKS savna og kunngera
- 3. At greina búskaparlig hagtøl, sum altjóða stovnar kunngera
- 4. Uppgerðir av konjunkturjavnaðum úrsliti fyri almenna geiran
- 5. Konjunkturvísitalið
… Ein onnur arbeiðsuppgáva hjá Fíggjarmálaráðnum er at tryggja, at almenni geirin sum heild verður rikin so skynsamt sum gjørligt, og at tiltøk verða framd, sum tryggja effektivisering og modernisering innan almenna geiran.”
Kelda: https://www.fmr.fo/fo/arbeidsoeki/buskaparmal
Uppgávur hjá Fíggjarmálaráðnum - Fíggjarmál
Brot úr uppgávulýsingini á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum, undir Arbeiðsøki:
…. Arbeiðsøkið fevnir um at leggja til rættis, samskipa og fyrireika (mín markering við undirstriking og feitari skrift) alt arbeiðið við fíggjarlógini og um at framleiða fíggjarlógina. Fíggjarlógin er fíggjarætlanin fyri útreiðslur og inntøkur hjá landsmyndugleikum fyri næsta fíggjarárið.
…. Sjálv fíggjarlógin, innihald og broytingar í henni, eru høvuðsamboðið, tá ið umræður at reka fíggjarpolitikk.
Yvirskipaðu endamálini við fíggjarpolitikkinum eru at ávirka samlaða eftirspurningin í samfelagnum eftir vørum og tænastum umvegis árligu fíggjarlógina, soleiðis at búskaparpolitisku málini um tryggan og haldføran vøkstur, javnvág og støðugar prísir verða rokkin.
Hall ella avlop kann vera á fíggjarlógunum einstøku árini, alt eftir hvussu búskaparligu konjunkturarnir eru, men yvir longri áramál skal tað almenna bara fíggja sínar útreiðslur, og tí skulu fíggjarlógirnar javnviga, tá ið búskaparligu konjunkturarnir eru soldaðir frá og sæð yvir longri áramál. Almenna úrslitið, tá ið búskaparligu konjunkturarnir eru soldaðir frá, verður vanliga nevnt konjunkturjavnað úrslit ella strukturelt úrslit.
Kelda: https://www.fmr.fo/fo/arbeidsoeki/figgjarmal
Hetta eigur at vera søga í politikki
Í undanfarnu borgarligu samgongu við Bárður Nielsen, táverandi løgmanni á odda, vórðu løgd fram yvir 60 lógaruppskot, sum eg havi kannað, og onki av teimum var fíggjað ella útreiðsluneutralt - bara økti um útreiðslurnar netto hjá landskassanum.
At leggja fram ófíggjað lógaruppskot eigur tí at vera søga, serliga nú hall er á fíggjarlógini - hetta haldi eg eisini, at Ruth Vang, og eisini løgmaður, alment hava gjørt greitt, og tað er gott.
Fíggjarmálaráðið loysir HardCore-uppgávur
Fíggjarmálaráðið er tað málaráð, sum í politisku skipanini eigur at arbeiða við HardCore búskaparligari leiðslu og stýring av føroyska búskapinum. Búskaparleiðsla fevnir her um planlegging og organisering umvegis fíggjarlógina og langtíðarætlanir, málsetningar, raðfestingar o.a., og búskaparlig stýring fevnir um leypandi roknskaparrapportering, ársroknskapir og eftirlit annars við føroyska búskapinum.
So Ruth Vang, “keep up the good work”….. og samskift væl og áhaldandi tín leiðsluliga leiklut til alla politisku skipanina, land og kommunur, veljarar og Føroya fólk.
# Tú ert ikki hvør sum helst í politisku skipanini!
Reidar Nónfjall