Øðrvísi tjaldhugni á Ólavsøku

Òlavsøkan byrjar at merkjast í Havn. Í miðari Havnini, nú Ólavsøkan veruliga er byrjað, stendur stórt tipi-tjald mitt í klubbagarðinum. Í gjárkvøldið sóust menn rigga til, og angin av mati sníkti seg oman gøturnar.

Tað eru fólkini aftanfyri býin..fo sum hava fingið VILT og stóra tjald teirra, og sett tað í sjálvum klubbagarðinum, og ikki kann sigast annað, enn at áhugin var stórur um hetta heldur øðrvísi og hugnaliga tjaldið.

Ein av fyrstu gestunum, og sum sjálvandi eisini leitaði sær innar til ein betri bita, var varborgmeistarin Bogi Andreasen, sum fylgdi øllum tí arbeiði og teimum fyrireikingum, sum fóru fram í Havn í gjárkvøldið, og helt hann sera jaliga fyri: hetta var øðrvísi og sera hugnaligt.

Tipi-tjaldið hjá VILT, verður opið ólavsøkudagarnar, og borðreiða teir við ymsum góðbitum.