Aftur ú nátt varð ein bilur stolin í Havn. Men tjóvurin kom ikki so langt, tí hann rendi á ein garð og har endaði tann biltúrurin. Men bilførarin rýmdi av staðnum og tískil hevur løgreglan leitað eftir honum í fleiri tímar. Higartil hevur tað tó verið til fánýtis.
Løgreglan sigur, at bilurin stóð opin og lyklarnir lógu í honum, so hann var lættur at stjala. Tað er ikki loyvt at laka lyklarnar liggja í bilinum, so tað fær eigarin bót fyri. Verri er, at tað er ikki vist, at tryggingin rindar fyri skaða á bil og garð, eftirsum bileigarin hevur latið lyklarnar liggja í bilinum og sostatt ikki hevur tryggjað hann nógv væl.
Les eisini: Bilførarar fáa einki endurgjald frá tryggingini
Í sambandi við bilóhapp, er seks tíma regulin í gildi og hann sigur tað, at rýmur bilførari frá óhappi, og verður tikin við rúsdrekka í blóðinum upp til seks tímar seinni, verður hann dømdur fyri tað. Tað nyttar sostatt einki hjá bilføraranum at siga, at hann hevur drukkið eftir at óhappið hendi.
Niðanfyri eru fleiri myndir, sum Sune Berglind hevur tikið.
|