2. partur
Lívið hjá hermonnum í Havn
Í fyrsta partinum av hesi greinarøð er Harry komin til Havnar. Vit fara fyrst at taka ein stubba burtur úr frásøgn hjá Sofus Poulsen, sum búði í Havn ein part av krígnum, um lívið hjá hermonnunum í Havn. Hann greiðir frá:
“Í Havn bygdu bretsku hermenninir barakkir alla møguliga staðni. Yvir av hjá Bil Óla var ein "fish and chips" handil. Hvønn dag komu hermenn marsjerandi við sekkjapípum á odda oman á Vaglið, og tá vórðu vaktirnar skiftar út. Hermenninir høvdu vakt ymsa staðni í býnum. Eg plagdi at forarga soldátarnar, sum eg kendi, og spurdi teir, hvat slag av vápnum teir høvdu, sum gingu aftastir. Har gingu hermenn við sleggju í staðin fyri við riflu og við ketildrakt undir arminum. Hetta var revsingin fyri at hava gjørt okkurt ella at hava skikka sær illa á onkran hátt. Sleggjurnar skuldu so nýtast til at banka blikkdósir saman. Dósamatur var jú ein stórur partur av matinum hjá hermonnunum. Hesir máttu so banka dósirnar saman, so tær tóku minni pláss, tá dósirnar vórðu sendar aftur til Onglands til endurnýtslu. Tað var onkuntíð, teir klandraðust eitt sindur. Eg minnist serliga ein hermann, sum onkuntíð plagdi at fáa ov nógv upp í høvdið, og sum tá hevði hug at gerast eitt sindur harðligur. Eg minnist, at hann var tikin einar tvær ferðir av hernaðarpolitinum. Tá visti eg ikki, at hesin maðurin var úr Aberdeen.
Tá ið eg kom niður til Aberdeen at búgva, síggi eg, at hann starvast á fiskamarknaðinum sum landingarmaður. Eg spurdi hann, um hann ikki var í Havn undir krígnum. Hann gjørdist eitt sindur lotur, men eg sigi við hann, at eg minnist til hansara, og at hann plagdi at boksast eitt sindur.”
Hanna kemur inn í myndina
Nú koma vit til tann partin av hesi frágreiðing, har Jóhanna Apol kemur inn í myndina hjá Harry. Hon er dóttir Sonnu og Louis Apol. Tað er greitt frá hennara ætt í teirri røð, sum vit høvdu við Jakku á Sundi seinasta summar. Hanna og Jakku eru nevniliga systkinabørn.
Her skal minst møguligt takast upp aftur. Tó er tað ein áhugaverdur partur av hesi søgu, hvussu Apol navnið kemur til Føroyar.
Umleið 1918-19 kemur eitt hollendskt skip við eini saltlast á redina í Havn. Nakrir av manningini fara við einum báti í land. Ein av teimum var stýrimaðurin Louis Apol. Men tá ið teir ætlaðu sær at rógva umborð aftur, brast hann á við landsynningi, og tað var ómøguligt at rógva umborð. Hvat var so at gera, uttan at søkja sær lívd, har hon fanst? Louis dugdi eitt sindur av donskum og kundi spyrja seg fyri. Hann varð vístur inni á Reinerts Kafé (har sum Frelsunarherurin er nú), sum Jens og Gustav Reinert stóðu fyri. Her hitti Louis Sannu, sum var systir teir báðar og var dóttir Andreas Reinert í Norðradali. Louis fór avstað aftur í fyrsta umfari, og hann lovar at koma aftur. Tí trúi Sanna nú ikki rættiliga! Men ein dag kemur Louis aftur, og tey giftast. Tey fluttu fyrst til Hollands, har sonurin Eiko var føddur. Men Sanna treivst ikki í slættlendinum í Hollandi, og tey fluttu aftur til Føroyar. Fyrst vóru tey búsitandi í Havn. Síðan flyta tey Norðradals.
Tey fluttu so til Skopunar, haðani mamma Sannu var ættað og eisini búði tá. Í 1937 flyta tey aftur til Havnar.
Louis var ein fjølbroyttur maður. Hann var við at stovna Keypssamtøkuna, og hann var eisini virkin javnaðarmaður. Fyrstu árini sigldi hann sum kapteinur úti í heimi, men hevði eisini virksemi av ymiskum slag. Millum annað var hann millummaður, tá ið Silver Spray kom til Føroya úr Hollandi. Hann hevði neyvt samband við Jákup í Stórustovu, sum hevði eisini gott samband út í heim og dugdi væl mál. Tí komu teir at samstarva í handilsviðurskiftum.
Áðrenn FF-blaðið varð niðurlagt, hevði tað eina áhugaverda frásøgn um føroyingar, sum vóru á stórhvalaveiðu við hollendarum í Suðuríshavinum aftaná kríggið. Tá var tað Louis, sum var umboðsmaður í Føroyum.
Norðmenn vóru sera argir inn á hesa veiðu. Louis Apol svaraði aftur, at hetta var øvund um, at norðmenn ikki sluppu framat, tí teir tá eingi hvalskip høvdu. Tað vísti seg eisini, Louis fekk rætt í hesum. Tá ið norðmenn aftur sjálvir fingu møguleikan fyri tí, hildu seg seg ikki aftur við hesi hvalaveiðu.
Lærdi enskt hjá nonnunum
Hanna greiðir frá:
Pápi fór sjálvboðin til Bretlands undir krígnum. Hann var innkallaður av hollendsku stjórnina at koma til Onglands og roknaði sjálvsagt við at fara við einum hollendskum skipi.
Hann var leingi burtur. Eg havi brøv frá honum, sum hann sendi mammu.
Hollendsku skipini høvdu nóg mikið av fólki, og høvdu ikki brúk fyri fleiri. So koyrdu tey hann við einum donskum skipi. Hetta var hann ikki so glaður fyri. Umborð hjá teimum var ikki frítt fyri ólevnaði umborð.
Fyrstu ferð hann fekk feriu, fór hann heim til Føroyar og segði, at hann fór ikki avstað aftur fyrr enn hann visti, at hann slapp við einum hollendskum skipi. Bretar vóru javnan eftir honum at gerast hermaður hjá teimum, men tað vildi hann ikki. Hann var jú farin sjálvboðin, so ongin kundu krevja hann eftir nøkrum. Hann fór tá at arbeiða í Landshandlinum í Føroyum sum lagursjefur og verður greitt meira frá hesum í seinasta parti av hesi røð.
Hetta dámdi eisini mammu best. Hon var eisini altíð so bangin, meðan hann var burtur. Hann hevði fingið sær skegg, meðan hann var burtur. Eg kendi hann als ikki. Hann sá heilt annarleiðis út, enn tá ið hann fór. Men vit vóru sera glað um at fáa hann heimaftur.
Eina ferð hildu vit hann vera við jólaskipinum, sum fekk burtur í Fugloyarfirði og allir menninir umborð umkomust, men so galið var tað tó ikki.
Vit búði í Havn, meðan kríggið var. Men eg var ofta í Norðradali og vitjaði Charlottu gummu. Hon var fantastisk. Hon arbeiddi alt. Hon mjólkaði, sópaði og hon arbeiddi altíð. Hon var ongantíð í friði. Hon mátti enntá virka sum jarðamóður, tá jarðarmóðurin ikki koma fram. Gumma gjørdist 94 ár. Tá ið hon visti, at hon skuldi doyggja, vildi hon senda boð eftir presti, og var hetta hennara seinasta ynski. Hon er grivin í Kaldbak. Tá var framvegis ikki møguligt at koyra meira enn hálva leiðina. Restin av teininum mátti gangast og kistan mátti berast.
Eg var 14 ár, tá ið vit fóru úr Skopun aftur. Eg fór til nonnurnar at arbeiða, og har lærdi eg heilt fitt av enskum av eini nonnu, sum var frá Fleetwood. Eg lærdi eisini, hvussu ein skuldi gera og ikki gera í Onglandi. Hetta kom væl við seinni. Hetta hevur verið umleið 1937. Eg arbeiddi eisini í fiski eina tíð hjá Karl á Lað.
Myndatøka við romantikki
Nú koma vit til endan á krígnum, og hesin endi gjørdist heilt øðrvísi enn eg hevði roknað við. Tá er tað, at Harry kemur inn í myndina. Hann hevði á onkran hátt fingið eygað á meg. Men eg hevði slett ikki lagt merki til hansara.
Tá ið kríggið var liðugt marsjeraðu allir ensku hermenninir gjøgnum býin í Havn. Eg var har og tók myndir av skrúgonguni. At taka myndir er ein áhugi, eg havi fingið frá mammu míni, sum var ein íðin myndatakari. Tá Harry sá meg taka myndir, tók hann kjansin og kom til mín og spurdi, um hann kundu fáa nakrar myndir frá mær. Jú, tað var so gaman í! Vit máttu eisini hittast aftur, tá ið filmurin varð framkallaður, so hann kundi fáa sínar myndir. Soleiðis komu vit at kennast frá fyrstan tíð, og vit byrjaðu at koma saman.
Harry: Hanna rýmdi..
Hanna rýmdi frá mær einar tvær ferðir, tá ið vit fylgdust í Havn. Tað vísti seg, at hetta var, tá ið hon sá pápa sín, hon vildi ikki, at vit skuldu síggjast saman enn. Hon vildi heldur ikki taka meg til Norðadals, men eg kom kortini til Sund einar tvær ferðir. Tá kom eg at kenna mammubeiggjan Gustav og Helenu, konu hansara. Á ólavsøku hittu vit mammu Hannu, Sannu. Hon var saman við Gustav og Helenu, og hava tey vist eisini tosaði til mín fyrimun við pápan. Eg var framvegis í Føroyum tá, tí allir bretskir hermenn fóru ikki heim aftur beinanvegin, kríggið var liðugt. Teir seinastu støðgaðu til september fyru at rigga alt av. Ein góður vinur mín Arthur Sapseed giftist í september við gentu úr Sumba.
Tað kom tann løta, tá ið eg eisini mátti hitta Louis. Tá eg skuldi hitta pápan, varð hurðin bert opnað, og eg varð skumpaður inn. Vit tosaðu væl saman. Eg segði við Louis, at um Jóhanna føldi tað sama fyri mær, sum eg fyri henni, so vildi eg fegin at tað skuldi verða vit bæði. Eg segði eisini pápanum, at eg fór nú avstað av landinum, men eg ætlaði at koma aftur eftir henni. Eg veit ikki, um hann trúi mær ella ikki.
Eg spurdi eisini Honnu, áðrenn eg fór, um hon vildi liva restina av lívinum saman við mær. Hetta vildi hon fegin!
Varð sendur til Italia
Aftaná kríggið varð eg sendur til Italia og kom at vera í Trieste, nærindis markið til Jugoslavia. Italia var jú ein av taparunum í krígnum, og nú var tað ábyrgdin hjá teimum sameindu at tryggja, at landið kundi verða skipað aftur á einum fólkaræðisligum støði. Ein partur av hesum var at handa aftur til italienarar hernaðarligar bygningar og flogvøllir og tílíkt, sum bretar høvdu havt ræðið á. Tað er óneyðugt at siga, at hetta var nógv annarleiðis enn í Føroyum.
Har var eg liðugur í juli 1946. Hjá Jóhonnu var einki at gera uttan at bíða her í Føroyum. Í Italia vóru nógvar vakrar gentur, men hjartað lá eftir í Føroyum! Vit skrivaðu eisini saman hvørja viku, meðan eg var har. Onkra glósu man postboðið hava havt, tá ið tað kom við øllum hesum fremmandu brøvunum.
Annars er tað ikki heilt ókent hjá kvinnunum í ættini at giftist við útlendingum. Hjá Sannu vóru tær tríggjar systrar, og tær giftust allar við útlendingum. Tað er tað sama galdandi fyri fleiri døtur hjá beiggjunum.
Trupult at koma aftur til Føroyar
Eg kom so heim til Onglands úr Italia, og vildi síðan fara heim til Føroyar sum skjótast. Hetta var ikki bert sum at siga tað, tí regluligt samband var jú einki millum londini. Tann einasti møguleiki at sleppa beinleiðis til Føroyar var við fiskiskipum, sum komu við fiski til Bretlands. Hetta var mest til Aberdeen, Grimsby og Hull. Tað var ein annar maður í heimbýi mínum, hetta var norðanfyri Manchester, sum eisini vildi til Føroyar. Eg hitti hann í býnum og kendi hann aftur frá Føroyum, men eg visti ikki hansara navn. Eg segði við hann: “Hevur tú ikki verið í Føroyum?”, og hann svaraði játtandi.
Eg segði, at eg vildi fegin til Føroyar til gentuna. Hann vildi eisini sleppa tann vegin, tí hann var giftur í Kvívík. So vit avráddu, at vit skuldu fara til Fleetwood á vesturstrondini i Onglandi. Vit høvdu fingið at vita, at tað vóru føroyskir trolarar væntaðir hagar at landa. Vit fóru til Fleetwood, men har vóru eingir føroyskir trolarar at síggja. Fleetwood var heldur ikki tað mest vanliga staðið, hagar føroysk skip komu. Jóhanna sendi mær so eitt fjarrit um, at føroyskir trolarar vóru farnir til Grimsby at landa. So vit fóru við toki til Grimsby. Vit gistu eina nátt, og fóru so oman í dokkirnar at leita eftir onkrum føroyskum skipi.
“Tit hava tikið okkara bestu gentur…”
So síggja vit nakrar mans í tuflum og hendur í lumma. Tá sigur mín ferðafelagi: “Eg haldi, at hatta eru føroyingar. Far og spyr teir.” Jú, teir vóru føroyingar. Um eg kundi hitta ein skipara. Jú, sigur ein teirra: “Eg eri skipari.” So sigi eg okkara ørindi. Eg skuldi upp til gentuna, og vit skuldu trúlovast. Hin skuldi so heim til sína føroysku konu. Skiparin svarar aftur, at tað er eingin møguleiki fyri tí: “Tit eru farnir við okkara bestu gentum, so vit fara ikki at hjálpa tykkum at fara eftir teimum!” Tá tyktist einum av hinum synd í okkum, og hann bønaði skiparan um at lova okkum við kortini. Men hetta var sjálvsagt bert skemt. Skiparin var Esmar Fuglø, sum tá førdi Leiv Øssurson, sum var ein trolari á Tvøroyri. Hann var mammubeiggi Jákup Reinert á Sundi. Onkur segði, at vit máttu fara at práta við Olgeirsson, sum var íslendskur konsul, og sum var umboðsmaður fyri skipið í Grimsby. “Nei,” segði Esmar, “hetta er í lagi. Hetta mugu vit gera fyri okkara millumtjóða samskifti”. Vit løgdu at í Aberdeen og koma so til Suðuroyar, har skipið hoyrdi heima. Jóhanna var og tók ímóti mær. Vit rindaðu 4 pund fyri ferðina.
Esmar leigaði ein bát til Havnar, har hann búði, og við tí bátinum fór eisini hin bretin. Hann kundi á tann hátt náa rutubátin til Kvívíkar, so hann kundi sleppa heim til konuna. Annars mátti hann bíða í fleiri dagar. Hann kom eisini heim í øllum góðum eftir at hava verið burtur í 5-6 mánaðir.
Vit bæði fóru norður við Smirli. Vit gistu hjá vinum í Suðuroy og fóru til Havnar dagin eftir.
Endiliga trúlovað
Tað fyrsta, sum sum var at gera, tá ið vit komu heim, var ein trúloving. Her var tað so heppið, at pápi Jóhonnu var sera vinarliga sinnaður mótvegis bretum. Hann sigldi saman við bretum, og tá ið hann búði í Hollandi vóru eisini nógvir bretar, sum búðu á leiðini, har tey búðu. Teir vóru undir 1. heimsbardaga rýmdir úr Týsklandi til tað uttanveltaða Holland, og teir høvdu búsett seg har.
So eg spurdi pápan, um eg kundi fáa loyvi at trúlovast við dótrini. Tað var so gamaní. Tað kvøldið vit gjørdust trúlovað fóru vit at vitja Giggu hjá Karl í Kaffivogninum. Hetta var um somu tíð, sum tað var fólkaatkvøða um loysing í Føroyum 14. september 1946, og nógv stríð stóðst av úrslitinum.
Bretland skuldi roynast fyrst
Hesa tíðina var tað sera trupult at búgva í England. Har var trot á mati og øðrum neyðsynjarvørum. Landið var ikki enn komið fyri seg aftaná bardagan. Tí var ein sera hørð skamtan. Tað var eisini trupult hjá útlendingum at sleppa inn í Bretland, uttan so, at teir vóru giftir við bretum.
Pápi Jóhonnu helt tó, at hon skuldi í hvussu er fara at vitja í Bretlandi, áðrenn endaliga avgerðin varð tikin um at flyta hagar, so hon kundi síggja, hvussu hon fór at trívast. Hetta segði hann av royndum, sum áður er greitt frá. Hann flutti við Sannu til Hollands, tá ið tey vóru gift. Men Sanna treivst als ikki. Tað var stórur munur á landslagnum og hon skilti heldur ikki málið. Afturat hesum var maðurin til sjós í mánaðir í senn, so endin gjørdist, at tey fluttu heima aftur. Tað sama skuldi helst ikki henda Honnu.
Tá ið tað var so trupult at koma beinleiðis úr Føroyum til Bretlands, avráddu vit at fara um Noreg. Har komu vit fyrst at búgva eina tíð hjá Nordinu, sum var mostir Jóhonnu.
Eg var nakrar vikur. Jóhanna var har í einar seks mánaðir. Tá fór hon aftur til Føroya, tí at mamma hennara doyði í apríl 1947.
Johanna kom tískil til Aberdeen í august sama ár. Aberdeen var og er jú eisini ein framúr býur.
Tað var so heppið, at tað vóru 30 dagar av sólskini í Bretlandi hesa tíðina, so hon helt seg vera komnan í eitt paradís.
Vit komu til mín heimbý Bury uttanfyri Manchester, og vit ferðaðust runt har á leiðini. Vit fóru eisini til Isle of Man, sum er eitt væl umtókt ferðamannapláss hjá bretum. Vit vitjaðu eisini nógv fólk í Skotlandi.
Hanna: Skotland var sum eitt himmiríki
Fyrst komu vit til Skotland, og tað var sum eitt himmiríki. Alt stóð sum í einum blóma. Tað var í August 1947 vit komu. Tað var ikki so vanligt við urtagørðum tá. Vit gisti eina nátt í Aberdeen, og tað var myrkt tá. Eg var púra paff, tá eg vaknaði og sá allar hesar blómurnar. Eg hevði arbeitt í Noregi í seks mánaðar. Har var kavi alla tíðina. So kemur mann her og tað blómaði alla staðni.
Men so koma vit hagar, sum Harry var ættaður frá. Tað var langur vegur at fara, og vit komu ikki fram fyrr enn seint um kvøldið. Tá ið eg vaknaði har, var tað nakað heilt annað. Tá vóru vit umringað av verksmiðjum við rúkandi skorsteinum. Hetta virkaði eitt sindur ógvusligt. Men so fóru vit at ferðast aðra staðni, og tá sóu vit mong vøkur støð.
Ikki minst var tað hugaligt úti við strondina, har tað vóru so nógv fólk. Vit sóu nógv av landinum, men vóru tó stutt í hvørjum stað. Tað hevði kanska verið betri at verið í færri støðum, og so heldur longri í hvørjum stað.
Vit komu eisini til Blackpool. Har var eitt so sera høgt torn. Eg segði, at eg vildi sleppa upp har. Systir Harry kom við mær. Har var eitt frálíkt útsýni um allan býin. Seinni fortaldi hon fyri mær, hvussu bangin hon var. Men hon var ikki sum eg von við hæddir. Tey vóru øll sera blíð við meg og gjørdu alt, tey kundu, fyri at eg skuldi kenna meg væl.
Harry tók meg út til ættarfólkini at presentera meg. Eg dugdi enskt og skilti tað, tá ið tosað var við meg. Men tað var verri, tá ið tey tosaðu sínámillum. Tað kom so at javna seg. Tað gekk bara gott, og eg longdist ikki. Nógvar gentur, sum fóru úr Føroyum, longdust illa, og mamma var jú sum sagt ein. Pápi longdist heldur ikki heim til Hollands, eftir at hann hevði búsett seg í Føroyum.
Vit fóru tá eisini nakrar dagar út á Man, tað var deiligt. Tað var so gott veður alla tíðina. Har kundi eg eisini svimja á sjónum. Eg plagdi eisini at svimja á sjónum í Føroyum, men tað var munur á, sum tað var kalt har. Eg plagdi at svimja í Vágsbotni. Í eini kapping fekk eg eina ferð aðru premiu. Pápi plagdi eisini at svimja har hvønn dag.
Sum fyrr nevnt var eg komin hendan túrin fyri at síggja, um eg mundi fara at trívast, og hetta metti eg at vera í lagi.
Tikin við hollendska markið
Eg fór eisini til Holland, har eg ikki hevði verið fyrr. Harry hevði tó verið har saman við skótum sum drongur, og hann hevði tá fingið vinir har. Eg fór at vitja skyldfólk í Hollandi, og fór á ein húsarhaldsskúla í Haag. Harry sigur, at eg gjørdist ein góður kokkur!
Pápi lærdi okkum eitt sindur av hollendskum, men eg lærdi ikki hollendsk til lítar, fyrr enn eg fór hagar, áðrenn eg giftist.
Eg hevði fingið eitt hollendskt pass, ti pápi skifti ongantíð ríkisborgaraskap. Eg var ikki von at ferðast. Tá ið vit koma til passeftirlitið, skulu tey sum eru hollendingar, fara í eina røð og hini í eina aðra. Eg var jú hollendskur borgari, so eg fór tann vegin. So vísi eg passið, og passeftirlitsmaðurin sigur okkurt á hollendskum. Eg svari aftur, at eg dugi ikki hollendskt. Um eg ikki var hollendsk? Jú, men tað var nú ein longri søga. Passeftirlitið helt, at tað mundi okkurt løgið vera við hesum, so hann bað meg koma við sær. Eg var biðin um at koma við honum inn í eitt rúm, so vit kundu fáa greiðu á hesum. Síðan varð eg biðin um at bíða, so skuldi hann koma aftur. Hann kom so aftur við einum øðrum manni. Teir so at tráspyrja meg. Eg hevði nú góða samvitsku, so eg var ikki bangin. Tað, sum eg var bangin fyri, var fastur mína, sum skuldi koma at taka ímóti mær. Hon stóð uttanfyri og bíðaði. Tá eg ikki kom fram, mundi hon halda, at eg ikki var við, og kundi fara avstað aftur. Eg mátti so greiða frá allari míni lívssøgu, sum teir skrivaðu niður.
Tá slapp eg avstað, men eg mátti eisini regluliga boðað frá, hvar eg var stødd. Hetta var nokk so skjótt eftir kríggið, so teir máttu sjálvandi ansa væl eftir, hvør ið kom inn í landið. Tað var tí ikki løgið, um teir fingu illgruna til ein persón við hollendskum passi, sum ikki dugdi málið! Hetta kundi jú verið ein týskur nasistur, sum royndi at flýggja!
Tá ið eg fór avstað aftur var eingin trupulleiki við málinum.
Giftust í Hollandi og búsettust í Onglandi
Harry:
Eg fór seinni til Hollands aftaná henni. Vit giftust á borgmeistaraskrivstovuni í Haag 24. marts 1948. Aftan á fóru vit til ensku kirkjuna í býnum at fáa kirkjuligu vígsluna. Síðan fóru vit at vitja fólk, sum eg kendi í Hollandi. Tá ið vit komi inn á gólvið hjá onkrum og eg segði, at hetta var kona mín, søgdu tey: Groningen! Tey hildu, at hon hevði eitt eyðkent Groningen andlit. Groningen er tann landspartur í Hollandi, haðani Hanna var ættað.
Hanna:
Tá vit komu heim úr Hollandi eftir at vit vóru gift fingu vit skjótt eini hús til leigu. Eg var so glað, tá ið eg fekk mítt egna. Mær dámdi einki, um onkur fanst at onkrum. Hetta var bara eitt slott fyri meg, og eg føldi meg sum ein prinsessa at hava fingið eini slík hús. Vit høvdu allar hentleikar. Men fýrt var við koli. Húsini vóru spildurnýggj.
Vit komu at kenna nógv fólk har rundan um. Grannarnir vóru sera fittir.
Harry: Fór at lesa til arkitekt
Tá ið vit vóru gift fóru vit aftur til Bretlands. Tá høvdu vit ikki hús men búðu heima hjá mínum foreldrum.
Tá fór eg aftur at lesa til arkitekt. Eg byrjaði at lesa áðrenn kríggið, men mátti so gevast, tá ið eg fór í herin.
Av hesi orsøk fekk eg eisini ein eyka almennan stuðul, tí mín virkisleið jú varð avbrotin. Eg las so trý ár afturat og gjørdist liðugur sum arkitektur í 1950. Í eini seks ár var eg býararkitekur í Salford, sum liggur nærindis Manchester.
Til Isle of Man
Tá ið eg gavst har, fór eg at arbeiða fyri stjórnina á Isle of Man, har búðu vit í fýra ár. Vit búðu norðanfyri høvuðsstaðin Douglas, har tað er ómetaliga vakurt. Hanna kendi longu Isle of Man frá tí, hon kom til Bretlands á fyrsta sinni. Eg hevði eisini verið har áðrenn kríggið, so eg kendi væl plássið.
Ein sera góður vinur hjá Honnu búði í Douglas. Hon var úr Skálavík og æt Karolina Simonsen. Hon giftist eftir kríggið við einum sjómanni frá Man og búsettist her. Hann var eitt sindur serligur. Hann hevði siglt í Royal Navy, og hann hevði siglt á Yangtse ánni í Kina. Hann var kendur har, tí hann hevði verið á eini veðurstøð.
Tey vóru har alla tíðina, vit vóru á Isle of Man. Tá ið tey fluttu til Manchester hittu vit tey har, og vit sóðu fleiri av teirra børnum.
Karolina og maður hennara doyðu fyri mongu árum síðani, men vit hava framvegis samband við øll børnini hjá teimum.
Eg hevði fegin viljað búð á Man, men lønin var ikki góð. Tá komu vit til Hull. Tá ið vit fóru av Man í 1959 var fólkatalið 48.000. Síðan er fólkatalið munandi hækkað. Oyggin er gjørd til ein fíggjardepil og lágskattaland, sum hevur stuðlað væl upp undir fólkavøksturin. Oyggin er sjálvstøðug, men hevur tó uttanríkis- og verjupolitikk saman við UK. Fyri hesa felags umsiting rindar Isle of Man sín part av ómakinum.
Tað hevur annars verið eitt søguligt samband millum Føroyar og Man. Quilling, kendur frá Quillinggarði í Havn, kom haðani. Hetta er eitt eyðkent manskt navn. Hann er annars eisini grivin í gamla kirkjugarði í Havn.