Síggja svart upp á framtíðina

Ein kanning hjá Vinnuráðnum í Vági vísir, at tað var bara eitt einasta virki sum helt, at framtíðarútlitini vóru góð. Tað virkið er síðani afturlatið

Kreppa

Tey, sum fáast við vinnulív í syðru helvt í Suðuroy, síggja ikki serliga ljóst upp á framtíðina.
Tað sæst í eini lýsing, sum Vinnuráðið í Vági hevur gjørt av vinnulívinum í syðru helvt í Suðuroy.
Í eini nýggjari frágreiðing, sum Vinnuráðið hevur gjørt, hevur tað spurt 11 av teimum størstu framleiðsluvirkini í syðru helvt í Suðuroy, hvussu tey meta at framtíðarútlitini eru.
Av teim 11 virkjunum, ið vóru við í kanningini, var tað bara eitt, ið metti at útlitini vóru góð.
Men hetta virkið er síðani stongt!
Og tað var bara eitt annað virki, sum helt, at framtíðarútlitini vóru sámulig.
Hinvegin mettu fimm virki, at framtíðarútlitini vóru ivasom og fýra mettu, at tey vóru beinleiðis døpur.

Flutningur er ein høvuðstrupulleiki
Virkini vórðu eisini spurd um, hvat tey mettu, at høvuðstrupulleikin er.
Tey flestu halda, at trupulleikarnir eru fleiri. Men átta virki halda, at flutningskostnaðurin er ein av størstu trupulleikunum og sjey virki halda, at trotið á vágafúsum peningi er ein høvuðstrupulleiki. Fimm virki halda, at fíggingarmøguleikarnir eru ein stórur trupulleiki við tað peningatovnarnir krevja størri trygd fyri at fíggja virksemið í Suðuroy. Og so vóru tað fýra virki, sum hildu, at marknaðarprísurin er ein høvuðstrupulleiki.
Men hann er tað ikki lætt at gera nakað við.
Ein onnur kanning, sum umfatar 16 virki í syðru helvt í Suðuroy, vísir, at umframt flutningskostnaðin, er annaðhvørt virkið eisini ónøgt við flutningsmøguleikarnar.
Harafturat eru tveir triðingar av virkjunum ónøgd við tær privatu tænasturnar, sum eru í økinum.
Tað, sum tey sakna mest, eru Maskinverkstaðir, tekniskar verkstaðir og teldutænastur.
Hinvegin eru næstan øll virkini ónøgd við tær almennu tænasturnar, sum eru í Suðuroyar syðru helvt. Og har er størsti saknurin í eini toll- og skattstovu.
Hon varð í Vági á sinni, men varð fyri nøkrum árums síðani flutt á Tvøroyri.
Men annars halda tey, at tað hevði verið brúk fyri, at Strandferðslan fekk eina farmaavgreiðslu og so heldur triðja hvørt virkið eisini, at brúk er fyri eini ALS- skrivstovu í Suðuroy.

Neyðugt við fleiri broytingum
Kanningin vísur, at tey flestu virkini eru samd um, at okkurt má gerast við flutningskostnaðin, so at tey vera verri fyri enn virki aðrastaðni í landinum
Ì hesum sambandi tey skjóta upp, at flutningskostnaðurin hjá øllum vinnugreinum má lækkast so at hann svarar til veruliga kostnaðin. Tey halda eisini, at farmagjaldið hjá Strandferðsluni má lækkast, fyri at flutningur til og úr Suðuroy ikki skal vera dýrari enn aðrastaðni í landinum. Og so halda tey eisini, at øll avgjøld í útjaðaranum skulu lækkast, eins og tað er gjørt í Noregi.
Somuleiðis eru flestu virkini samd um, at tað er trupult at útvega vágafúsan pening.
Fyri at hjálpa uppá hetta, skjóta tey upp at gera eina "Sandoyarætlan" fyri Suðuroyar syðru helvt og at stovna ein grunn við almennum peningi, ið skal virka eins og "Føroyagrunnurin" í Norðuroyggjum.
Virkini halda eisini, at ein partur av tí peningi, sum verða goldnar ov nógv norður um fjørð fyri almennar tænastur, o.s.fr. eiga at verða afturrindaður í serstakan grunn fyri syðru helvt í Suðuroy. Umframt at veita eginpening til burðardyggar verkætlanir, skal hesin grunnur eisini stuðla á annan hátt, eitt nú við at veita flutningsstuðul.
Onnur uppskot eru at stovna ein grunn, sum tann íslendska "Bygdarstovnin", ið bert fíggjar vinnulívið uttanfyri meginøkið. Samstundis eigur at verða roynt at fáa skip og fiskiloyvi til økið, eins og vinnan í nógv størri mun enn nú eigur at samstarvar um at gera eina langtíðarætlan fyri økið.