Súkklukapping verður leygardagin

Tórshavnar Súkklufelag skipar leygardagin fyri súkklukapping, sum eftir góða undirtøku á páskum nú verður tikin upp aftur - hesaferð á tveimum teinum, nevniliga uml. 60 km og uml. 90 km.

 

Kvinnur, motionistar og unglingar koyra teinin: Plantusølan – Kaldbaksbotn - Kvívík – Oyggjarvegurin – Ringvegur – Plantusølan – Rundkoyringin við Føroya Tele – Plantusølan (mál)

 

Menn koyra teinin: Plantusølan – Kaldbaksbotn - Kvívík – Oyggjarvegurin – Ringvegur – Gamlarætt – Plantusølan - Rundkoyringin við Føroya Tele – Plantusølan (mál)

 

Teinurin 2. páskadag var 54 km, og ta kappingina vann Guðmundur Joensen frammanfyri Gunnari Dahl-Olsen.

 

Meiri kann lesast um eitt nú tilmelding til kappingina á heimasíðuni hjá Tórshavnar Súkklufelag, www.tsf.fo.