28 ára gamla Sólfríð Bech tekur í næstum við sum nýggjur leiðari á Visit Suðuroy á Tvøroyri. Tað boðar Tvøroyrar kommuna frá á heimasíðu síni.
- Sólfríð er 28 ára gomul og er av Tvøroyri. Hon hevur útbúgving innan altjóða fyritøkusamskifti og enskt, ið hon las í Aalborg. Sólfríð hevur eisini lisið spanskt og italienskt, tá hon eitt tíðarskeið búði í St. Andrews í Skotlandi. Hon varð liðug við útbúgvingina í 2016 og flutti heim til Føroyar í 2017 - til Tvøroyrar á ólavsøku í 2018, skrivar kommunan á heimasíðuni um nýggja leiðaran.
Við heimasíðuna upplýsir hon, at hon millum annað vil arbeiða fyri at gera Kunningarstovuna meira sjónliga á netinum og gera eina nýggja heimasíðu.
Nýggi leiðarin tekur við eftir Pólu Strøm, ið hevur staðið á odda fyri Kunningarstovuna síðan 1994. Hon fer kortini ikki frá fyri aldur, men er farin í nýtt hálvtíðarstarv í móttøkuni hjá kommununi.
Nýggi leiðarin tekur við starvinum í Visit Suðuroy 1. august.

Sólfríð tekur við leiðslustarvi á Tvøroyri

