Sílið fekk aftur gull

Hóast kappingin hesa ferð var størri, enn hon var í Klaksvík, so megnaðu kvinnurnar á Sílinum at endurvinna kappingina við Frúnna

Kappróður

 

Á norðoyastevnu var munurin trý sekund, sum svarar til eina bátslongd. Kvinnurnar á Sílinum vunnu á Frúnni, og á sundalagsstevnuni í Hósvík megnaðu kvinnurnar á Sílinum at endurvinna sigurin, og munurin var umleið tann sami, sum hann var í Klaksvík.

Kappingin var eina løtu rættiliga tøtt millum Sílið og Frúnna. Eitt sindur undan endaspurtinum var um reppið, at Frúgvin tók Sílið aftur, men so svaraði Sílið aftur, og í endaspurtinum vóru kvinnurnar hjá Havnar Róðrarfelag sannførandi.

Nú er Sílið greiður favorittur at vinna FM, men tað vil ikki siga tað sama sum, at møguleikin hjá Frúnni er burtur at vinna onkran róðurin og harvið at fáa spenning í aftur.

Í fjør var Sílið FM vinnari. Tá vunnu Síla kvinnurnar fýra róðrar. Fyrstu ferð tær vórðu tiknar var longu í næsta FM róðrinum. Soleiðis gekk tað ikki hesa ferð. Sílið hevur vunnið tvær tær fyrstu kappingarnar, og so er spurningurin, hvussu tað verður á Jóansøku.