Tað gekk, sum tað hevur gjørt í hinum seks FM kappingunum. Kvinnurnar á Sílinum vunnu, og harvið eru tær meistarar við fullum stigatali.
Leingi var tað heilt spennandi. Saman við Sílinum hevði Frúgvin góðan start, og inn á Molan var rættuliga javnt ímillum teir báðar fremstu bátarnar.
Erla Kongsdóttir og Katla bjóðaðu eisini av, og tær vóru ógvuliga drúgvar. Men á málinum var einki at ivast í. Sílið vann við einari bátslongd aftur til Frúnna, og Erla Kongsdóttir og Katla vóru í tættari kapping um næstu plássini.
Sammett við fyrstu róðrarnar var hesin róðurin hugaligari hjá áskoðarunum á tann hátt, at tað var væl klárari hesa ferð.
1 Sílið 04:48.03
2 Frúgvin 04:50.14
3 Erla Kongsdóttir 04:52.08
4 Katla 04:53.09
5 Báran 04:55.06
6 Ritan 04:59.07
7 Teistin 05:02.04
8 Blikur 05:03.20
1 Sílið (FM) 49
2 Frúgvin 42
3 Erla Kongsdóttir 31
4 Katla 28
5 Báran 21
6 Ritan 17
7 Teistin 7
8 Havfrúgvin 1
9 Blikur 1
10 Falkur 0
11 Fípan Fagra 0
Myndatekstur:
Umborð á Sílinum høvdu tær alla orsøk til at fegnast, tá tær við ólavsøkusigrinum kundu staðfesta, at tær komu ósigraðar gjøgnum róðrarárið
Mynd: Jens Kristian Vang