Sílið svam skjótast

5-mannafør gentur: Bara í eina løtu var kapping um fremsta plássið, og tað var als eingin kapping um næstfremsta plássið

Sílið vardi á Norðoyastevnu heiðurin hjá Havnar Róðrarfelag. Elsta róðrarfelagið í høvuðsstaðnum hevur mangan staðið seg væl á Norðoyastevnu, og tað er komið fyri, at Havnar Róðrarfelag er farið úr Klaksvík við øllum sigrunum.

Soleiðis er tað ikki longur. Hesa ferð vann Havnar Róðrarfelag tveir róðrar. Annar var í dreingjaróðrinum í barnakappingini, og hin var kappróðurin millum gentumanningarnar.

Falkur úr Hósvík fekk besta startin, men tað var skjótt, at Sílið legði seg upp á síðuna av Falki. Hesir báðir bátarnir lógu væl frammanfyri allar hinar. Eina løtu stóð á jøvnum, men so fór Sílið at renna skjótari. Falkurin royndi at svara aftur, men á málinum var munurin meiri enn ein bátslongd. Hinir bátarnir vóru meiri enn fýra og kanska fimm bátslongdir aftanfyri.

5-mannafør gentur
1 Sílið 05:42.22
2 Falkur 05:45.18
3 Beinta 05:57.11
4 Silja 05:59.23
5 Fípan Fagra 06:06.24
6 Ørnin 06:13.08
7 Tambar 06:15.11