Sølvi Reinert Hansen, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, hevur boðað frá, at hann stillar upp til forsetavalið í ÍSF.
Annars hevur Heðin Mortensen boðað frá, at hetta verður hansara seinasta forsetaskeið, so tá ið val verður aftur á aðalfundinum í mai, er Sølvi eitt evni til at avloysa hann.
Hann sigur, at tað er stórur tørvur á øktum samstarvi millum sersambondini, og millum feløg
tvørtur um ítróttagreinir og her heldur hann, at ÍSF eigur at hava ein
greiðan samskipandi leiklut í hesum samstarvinum.
Hann heldur eisini, at almennir og kommunalir myndugleikar eiga at
stuðla ítróttinum betur, tá havt verður í huga tað øgiliga stóra
sjálvbodna arbeiðið kring landið.
- Samstundis eigur Ítróttasamband Føroya at ganga á odda í arbeiðinum við at fáa skipað eitt
elitusamstarv við almennum og privatum íleggjarum.
Hetta vera nøkur høvuðsmál hjá higartil einasta valevni til fremsta sessin í føroyska ítróttarheiminum.
Sølvi Reinert Hansen hevur áður verið ráðgevarið hjá ÍSF