Mannligi upprunin til hesa ætt er Simon Joensen, føddur 12-12 1798 á Glyvrum, og doyptur 21-12 í Nes kirkju. Hann doyði 4-12 1871, og varð 9-12 grivin á Svínaryggi í grøv nr. 21 frá tí byrjað verður at skriva gravirnar niður í 1869.
Fyrra kona hansara var Charlotte Maren Amalie Reinert, fødd 18-2 1810 á Nesi í Eysturoy. Hon doyði 13-7 1842, og er uttan iva grivin í gamla kirkjugarði. Símun giftist aftur í 1844 við Johanne Sophie Joensdatter, f. 1-4 1813, Uttan úr Forna á Nes, doypt 26-4 1813, deyð 6-4 1897. Hon er grivin á Svínaryggi í grøv nummar 543. Hesi nummur siga nakað, um hvussu nógv fólk ið doyðu í Havn hesa tíðina.
Símun var ættaður av Glyvrum, Uttan úr Gerði. Pápi hansara Joen Pedersen var bóndasonur úr Heimistovu á Glyvrum, og mamman var Malene Simonsdatter, ættað av Strondum.
Longu 8 ára gamal misti Símun pápan. Hann var longu tá kendur fyri at vera sera raskur. Um hesa plagdi hann at fara til Lamba at kasta nót saman við teimum vaksnu monnunum.
Sum 11-12 ára gamal fór Símun til Kaldbaks at vera húskallur í Soylugørðum (Sólgørðum), og har varð hann í eini 15 ár. Her var hann eins raskur. Ein søga er, at eitt kvøldið hevði bóndin tosað um at fáa eina kúgva dripna dagin eftir. Tá ið bóndin kom upp morgunin eftir, hevði Símun longu dripið kúnna og var komin væl áleiðis at fletta hana eisini.
Símun var eisini raskur sum útróðrarmaður. Hann hevði sum smádrongur róð út við glyvramonnum, og hann kundi nú vísa kaldbaksmonnum á teirra mið.
Fór til Sund og síðan til Hoyvíkar
Umleið 1825 fór Símun yvir á Sund at vera húskallur. Eins og í Kaldbak kom hann at gerast álitismaður hjá Berinti bónda á Sundi. Teir vóru so nógvir húskallar, at teir mannaði seksmannafar. Símun var bátsformaður. Í góðum líkindum róðu teir havróður, og manga góða veiðuna førdu teir til lands.
Símun vildi fegin fáa egnan bát. Men tað var trupult. Men so fór eitt skips á land í Funningsfirði. Beiggi hansara keypti honum skipsjolluna, sum hann róði allar teir 27 fjórðingarnar til Hoyvíkar. Tá hevur hann eisini dugað at fáa fulla nyttu av streyminum, sum hann var kønur í.
Tá fór Símun at rógva við kalvalínu, og nógvur og stórur kalvi var um Hoyvíkshólmin. Seinna konan og børnini plagdu eisini at rógva við honum.
Nøkur ár frammanundan hevði Per Mohr, kongsbóndin í Hoyvík, biðið Símun koma at vera bátsformann hjá sær og at hjálpa sær á garðinum. Afturfyri lovaði Per honum at leggja trøð inn av Hoyvíkshaganum, so stóra sum hann helt seg til at velta. Bóndin doyði í 1831, og helst hevur Símun arbeitt á garðinum, áðrenn hann flutti til Hoyvíkar.
Hann skuldi umframt at arbeiða á garðinum eisini velta sína egnu trøð. Hetta mátti ofta vera í myrkri á kvøldi við hjálp av lykt.
Símun laðaði seyðahøgar garðar uttan um allan bøin í Hoyvík, og fyri tað fekk hann ein mark (33 oyru) um dagin.
Tá ið nakað av trøðni var uppdyrkað, fekk hann sær kúgv, men hevði í fyrstuni ov lítið av hoyggj. Hann fekk so loyvi at sláa Hoyvíkshólm, og hann førdi grasið í land at turka. At taða bøin fekk hann tara úr Boðanesgjógv. Í 1869 er trøðin mett til 1 1/4 kúfóður, og leigan var 4 kr. um árið.
Bjargaði verpápan og fekk gentuna
Meðan Símun var á Sundi kom hann at kenna eina unga gentu í Kaldbak, Charlottu Reinert frá Á. Tey blivu góð, men vónleyst var hjá húskalli at fáa bóndadóttur til konu. Mamma hennara Angelika var próstadóttir av Nesi og pápin Kornelius Reinert var ættaður úr Danmark av týskari ætt. Men lagnan loysti á ein serligan hátt henda trupulleikan. Kaldbaksmenn vóru einaferð í grind norðuri í Sundum, og Símun var við teimum. Væl gekk, men á heimferðini hendi tað óhapp, at Kornelius fór fyri borð. Símun var knappur. Hann leyp til og bjargaði honum. Hetta gjørdi, at Kornelius játtaði honum dóttrina til konu.
Símun giftist við Charlotte í 1835, og eru tey helst flutt í húsini Uttan fyri Garðar um hetta mundið. Í 1836 verður fyrsta barnið føtt, tá búgva tey í Hoyvík. Tey fingu fýra børn.
Tað kann verða nevnt, at ein systir Charlottu, Angelika, giftist við Óla í Gortri frá Gjógv. Tey fluttu til Norðradal, og Reinert fólkið har er ættin hjá teimum.
Charlotte fór til Danmarkar at fáa útbúgving sum jarðarmóðir. Í passbókini stendur at lesa, at hon hevur fingið pass at fara niður til Danmarkar 19. september 1840. Á heimferðini kom skipið í ódnarveður, og hon gjørdist sjúk umborð. Tá ið skipið kom til Havnar, róði Símun hana inn á Gamla Hospital, har hon doyði 13. juli 1842.
Við seinni konuni Johanne Sofie Joensdatter fekk Símun tvey børn.
Hann doyði sum sagt í desember 1871, nærum 73 ára gamal. Hann var farin undir eina byrðu, men stakk knappliga upp at bløða og doyði.
Børnini hjá Símun
Í fyrru giftu:
Jógvan Simonsen f. 14-02-1836.
Angelica Simonsen f. 28-10-1837. Gjørdist jarðamóður. Hevur verið umrødd í hesi røð
Cornelius Sigismund Simonsen, f. 13-09-1839. Fór til Noregs at fáa sær útbúgving sum skósmiður. Hann doyði bert 26 ára gamal av tuberklum.
Malene Simonsen f. 13-09 1839, doypt 13-10 í Havnar kirkju, deyð 24-05 1917. Giftist í 1863 við Jógvan Petersen f. 25-05 1834, d. 24-121918.
Tey fostraðu Símun, son Jógvan, sum Malena var fastir at, umframt trý onnur børn. Teirra eftirkomarar eru tey á Høgabóli á Glyvrum
Í seinnu giftu:
Johan Simonsen f. 09-04-1845. Hevur verið umrøddur í hesi røð
Charlotte Maren Amalie Simonsen f. 16-09-1851.
Í eini framløgu um ættina sigur Ólavur Clementsen, at eyðkenni fyri hesi fólk var, at tey høvdu áræði og fullu ikki í fátt. Fleiri sjógarpar, vinnulívsmenn og eisini konubrot hava verið í ættini.
Keldur:
Ættin • Ólavur Clementsen