- Gudstænastan á ólavsøku hevur ein serligan dám, vísir Jógvan Fríðriksson, bispur á.
Í tí dagliga gera tænarar og kirkjuráð sær ómak, men á ólavsøku er sannur hátíðardámur. Ikki minst sálmasangurin er hugtakandi saman við ljómandi tónlist í kirkjuni.
Hetta er jú eisini løtan, tá prestar, embætisfólk, løgtings- og landsstýrisfólk ganga í skrúðgongu úr Løgtingshúsunum oman í Havnar kirkju.Og hetta er eisini dagurin, tá Løgtingið kemur saman, og tingsetan byrjar við gudstænastu.
Í 2007 prædikaði Magnus B. Jørgensen, ið tá var yngsti presturin í kallinum. Í 2008 Jógvan Fríðriksson. Í 2009 fráfarni dómprósturin, Bjarni Bæk. Í 2010 Uni Næs, dómpróstur og í fjør David Johannesen.
Í ár verður tað sóknarpresturin á Gjaranesi, Símun Persson Jacobsen, sum prædikar.
- Vit hava tó altíð ein varamann tøkan at traðka til, um prestur fær forfall á ólavsøku. Tað er kvívíksprestur, Theodor Olsen, ið er varamaður hjá Símuni, upplýsir bispur.
Teir báðir eru at kalla javngamlir í tænastuni. Theodor varð prestvígdur í januar 2008 og Símun í august 2007.