Súni Fríði og Marcello skora hvørja ferð

Síðani annað umfar hevur álopsparið hjá B68 skorað hvørja ferð, tá teir báðir hava verið á liðnum.

B68 hevur í teimum fyrstu fjúrtan umførunum skorað 38 mál. Nógv tey flestu av teimum eiga teir báðir álopsspælararnir Súni Fríði Johannesen og Marcello Marcellino. Tilsaman hava teir 27 ferðir verið fagnaðir av liðfeløgunum og B68 áskoðarunum.

Hagtølini siga, at tað er langt síðani, at teir eru farnir av vøllinum uttan at teir hava skorað. Tá B68 í fimta umfarinum, sum var 19. mai, tapti 4?1 í Klaksvík, skoraði Øssur Hansen B68 málið uppá brotsspark. Brasiliumaðurin Marlon Jorge vann brotssparkið.

Ta ferðina lá Súni Fríði Johannesen sjúkur í Kvívík, har hann býr. Í øllum hinum trettan landskappingardystunum hava bæði Súni Fríði og Marcello verið á B68 liðnum, og vit skulu aftur til annað umfar, sum var 30. apríl, fyri at finna fyrsta dømi um, at teir fóru av vøllinum, uttan at í hvussu so er annar teirra hevði skorað. Ta ferðina tapti B68 3?1 á heimavølli ímóti B36. Jákup Eli Olsen, sum hevur verið skaddur síðani undan summarsteðginum, skoraði einasta toftamálið ta ferðina. Í fyrsta umfarinum vann B68 2?0 á FS Vágum. Ta ferðina skoraðu landsliðsmenninir Øssur Hansen og Fróði Benjaminsen málini.


Gott hál

Hagtølini siga, at álopsparið og alt liðið hjá B68 hevur staðið seg framúr væl síðani summarsteðgin. B68 hevur vunnið allar fýra ferðirnar. Málmunurin er 16?5, og Súni Fríði og Marcello hava skorað fjúrtan mál.

Súni Fríði Johannesen hevur verið toppskjútti í 1. deild tað nógva av kappingarárinum. Tá B68 næstsíðsta vikuskifti var á Sandi, kom Marcello Marcellino undir liðina á honum. Ímóti KÍ skoraði Marcello tríggjar ferðir og Súni Fríði tvær ferðir. Tað vil siga, at nú er Marcello toppskjútti. Tað er langt síðani, at ein útlendingur var toppskjútti í 1. deild.

Hetta er annað árið hjá Marcello Marcellino í Føroyum. Í fjør skoraði hann átta mál, og higartil í ár hevur hann skorað fjúrtan.

Súni Fríði Johannesen hevur higartil í ár skorað trettan mál. Sunnudagin skoraði hann fyri 90. og 91. ferð í landskappingini í bestu deildini. Fyrsta málið skoraði hann 25. august í 1991. Ta ferðina umboðaði hann NSÍ, sum tapti 3?2 í Klaksvík. Súni Fríði hevur skorað 59 mál fyri B68, fýra fyri NSÍ, og so hevur hann skorað 28 mál fyri HB (18 í 1998 og 10 í 1999). Besta árið higartil hjá Súna Fríða sum málskjútti á Toftum var í 1995. Tað árið vann B68 bronsu, og Súni Fríði skoraði 24 av teimum 41 málunum, sum B68 fekk.


Alt liðið telur

Hvussu tað fer at skerast hjá teimum báðum tað, sum er eftir av kappingarárinum, veldst m. a. um verjuspælið hjá NSÍ, HB, VB og GÍ.

? Men fóitbóltur er eitt liðspæl, og okkara leiklutur í álopinum er treytaður av, hvussu tað hilnast í hinum ketunum. Vit hava fingið nógv sera góð upplegg, og um Magnus Poulsen ikki hevði staðið so væl í málinum, og um verjan og miðvøllurin ikki hødu verið so væl skipað, so hevði tað nyttað lítið hjá okkum báðum at gingið á topppinum og bíða, ásannar Súni Fríði Johannesen, sum saman við hinum spælarunum og viðhaldsfólkunum hjá B68 roynir at halda bæði beinini á jørðini.

? Tað er hugaligt at liggja í toppinum. Vit hava fýra dystir eftir at spæla, og eg rokni við, at tað verður neyðugt hjá okkum at vinna tríggjar av teimum fyri at enda ovast, heldur Súni Fríði Johannesen.