Søren Skinderholm, Hoyvík:

25 ára starvsdag hjá Færøernes Kommando

Leygardagin 15. januar 2005 hevur Søren Skinderholm, sersjantur, 25 ára starvsdag hjá verjuni. Harav hevur hann arbeitt í Føroyum í 17 ár.

Søren nam sær útbúgving sum tekniskur assistentur á Viborg Tekniske Skole árini 1978 til 1979.

Hesi árini hevði hann tilknýti til heimaverjuna, har hann m.a. eisini fekk sær útbúgving sum bólkaleiðari og innan spreingitænastu.

15. januar 1980 bleiv hann settur í starv hjá sjóverjuni. Hann byrjaði á
Søværnets Grundskole í Auderød, har hann lærdi ymiskt av tí, sum hermenn eiga at duga.

Eftir tað fór hann á Søværnets Taktik- og Våbenskole í Frederikshavn, har hann fekk útbúgvin innan hernaðarkunning.

Í tíðarskeiðinum frá mai 1980 til mai 1982 gjørdi hann tænastu umborð á minustrúkaranum "Guldborgsund", verjuskipinum "Hviðbjørnen", og fregattini "Peder Skram".

Síðan fór hann aftur til Frederikshavn, hesaferð til Søværnets
Sergent- og Reserveofficersskole, har hann fekk sær útbúgving sum sersjantur av "stamlinien".

Frá august 1982 til august 1983 gjørdi hann tænastu umborð á korvettini "Niels Juel".

Í august 1983 kom Søren til Føroyar at gera tænastu sum vagthavandi og sum liðleiðari hjá Færøernes Kommando. Upprunaliga var ætlanin at hann skuldi vera í Føroyum til miðskeiðis í 1985.

Men Søren dámdi so væl í Føroyum, at hjá honum var eingin ivi var um, at tað var her, hann vildi búseta seg.

Men nýggjar uppgávur og avbjóðingar lógu fyri framman. Í 1990 varð hann fluttur til Skagen Fyr, har hann var til februar 1993, tá hann var á Søværnets Taktik- og Våbenskole i Frederikshavn, har hann fekk eftirútbúgving í hernaðarkunning og m.a. var í tænastu sum "kampinformationsbefalingsmand" umborð á verjuskipinum "Hvidbjørnen". Eisini fekk hann sær útbúgving sum "helikopterkontrolofficer".

Síðan november 1994 hevur Søren búð fast í Føroyum, har hansara starv er:
"leder af det maritime operationscenter og minørholdleder".

Frá februar til juni 2000 fekk hann sær víðari útbúgving "trin 2 for mellemledere" í sjóverjuni, sum m.a. umfatar stápstænastu, samfelagsfrøði og merkonomútbúgving.

26. maj 1986 giftist Søren við Turid, sum er føroysk. Tey búgva í Hoyvík og eiga dóttrina Sáru, sum er 8 ára gomul.