Súsanna Skylv Sørensen: Rástyrki handan saksin

Súsanna Skylv Sørensen er ein av fremstu innirógvarum í Føroyum. Hon er venjari hjá Ørnini og íðkar eisini Triathlon. Til dagliga er hon í læru sum hárfríðkanarkvinna. Hon arbeiðir millum 40 til 50 tímar um vikuna og venur 15 til 24 tímar um vikuna

Súsanna er úr Havn. Hon byrjaði sum ung at spæla fótbólt, men hon breyt beinið sum 11 ára gomul. Tá fór hon at svimja, og hon gjørdist bitin av tí. Súsanna hevur síðani eisini roynt seg í duathlon, triathlon, rógving og nýliga eisini mountain biking. Júst nú er hon venjari hjá Ørnini úr Sandavági, og hon rør eisini við, tá ið tað liggur fyri. - Ætlanin er at fara meira yvir til triathlon í framtíðini, sigur Súsanna, sum skal luttaka í triathlon á Oyggjaleikunum. Royndur rógvari Súsanna er royndur rógvari. Hon hevur róð við Jarnbardi í nógv ár. Hon hevur eisini klárað seg sera væl í innirógving. Framyvir fer at satsa meira uppá triathlon. Í triathlon skulu íðkararnir svimja, renna og súkkla. - Eg havi svomið nógv sum yngri, og tað kemur mær til góðar. Tí venji eg mest renning og súkkling. Mær nýtist ikki at gera líka nógv við svimjingina, sigur Súsanna. Langur dagur - Eg venji 12 ferðir um vikuna. Tvær ferðir um vikuna er tað rógving og annars er tað triathlon, sigur Súsanna. Ein vanligur dagur hjá henni sær soleiðis út: - Eg venji triathlon klokkan 06.30 til 08.30. Síðani fari eg til arbeiðis, og eftir arbeiðstíð klokkan 18.30 venji eg aftur. Eg fari vanliga í song millum 22.30 og 23.30. Mm kvøldið royni eg at gera reint í húsinum, sigur Súsanna, sum ikki hevur nógva avlopstíð. Súsanna venur nógvar ymiskar ítróttargreinar, og tað ger, at hon verður ikki troytt av at venja. - Triathlon er svimjing, renning og súkkling. Um eg ein dagin ikki tími at svimja, so kann eg bara renna og súkkla, sigur Súsanna. Súsanna hevur ikki nógvar tímar heima, men sjeikurin rør eisini, so hann skilir hana. - Sjeikurin rør, so hann skilir mína støðu. Eg plagi ofta at laga mínar venjingartíðir eftir hansara, so at vit hava frí í senn, sigur Súsanna, sum lærir til hárfríðkannarkvinnu hjá Salong Royal í Havn. Maskulin og feminim Súsanna hevur lært í trý ár, og henni dámar sera væl. Tað tók tó eina rúma tíð, áðrenn hon var klár til at fáa sær útbúgving. - Eftir fólkaskúlan fór eg niður á eftirskúla. Síðani havi eg arbeitt í Íslandi og Týsklandi. Eg havi eisini verið til skilæru í Eysturríki, á guideskúla og fjakka í ymiskum londum. Eg havi tó róð á hvørjum summarið, sigur Súsanna Hon tók make-up skeið í Íslandi og fekk áhuga fyri móta, og tá ið hon fekk bjóðað lærupláss í Salong Royal, tók hon av. - Mær dámar væl móta, farvuspæl og tílíkt. Tí haldi eg, at eg eri endað á rættari hill. Summi undrast á, at eg eri frisør, tá ið eg brúki nógvar tímar uppá ítrótt og serliga ítróttargreinar, sum verða mettar at vera rættiliga maskulinar. Men tað haldi eg als ikki er løgið, sigur hon. Framtíðin Súsanna hevur klárað seg sera væl í innandura kappróðri í vetur. Hon og Katrin Olsen hava verið tær bestu. - Summi halda, at eg skal fara niður at at rógva við skollara. Tað er ein møguleiki, men so skal eg uppgeva nógv. Mær dámar sera væl tað, sum eg geri, og eg havi hug at halda fram. - Men triathlon ætli eg mær heilt vist at halda fram við, og tað vil eg kombinera við fjallasúkling og duathlon. Nú fari eg til Oyggjaleikirnar í ár og síggi, hvørjum støði eg eri á í mun til hinar. Um tað er møguligt, ætli eg mær gullið um tvey ár, sigur Súsanna. Hon hevur fingið stuðul frá Eik Banka, og pengarnar ætlar hon at brúka til ein venjara. - Ein venjari hevði kundi funnið mær góðar altjóða kappingar, sum eg kundi luttikið í. Tað hevði eisini verið eyka motiverandi fyri meg. Tað er tó ikki alt fingið í rættlag enn, men eg ætli mær at seta meg í samband við Nordic Sport Center og spyrja, um teir kunnu hjálpa mær at finna venjara, sigur Súsanna. Ætlar sær børn Súsanna hevur ongar ætlanir um at steðga við ítróttinum. Hon vil tó fegin hava børn einaferð. - Eg kenni meg sera væl fyri, og eg ætli mær at halda fram. Mær dámar eisini ótrúliga væl at vera venjari hjá Ørnini, og tað kann henda, at eg fari at gera meira við tað í framtíðini. - Eg hugsi meira um, nær eg skal fáa børn, og so er spurningurin, á hvussu høgum støði eg síðani kann íðka. Málar í frítíðini ”Action-kvinnan” Súsanna Skylv Sørensen hevur eisini eyga fyri tí skapandi. Umframt at vera frisør, sum er eitt sera kreativt fak, so málar hon, tá ið hon fær tíð. - Mær dámar væl at mála. Málningarnir eru ofta mótamerktir, og eg fái íblástur frá mótabløðum. Onkuntíð máli eg abstrakt og av og á ikki, sigur Súsanna. Summarið í ár verður spennandi hjá Súsonnu. Hon er venjari hjá Ørnini og skal til Oyggjaleikir í triathlon. Frisørdaman hevur í øllum førum ongar ætlanir um at slakka av í nærmastu framtíð. Súsanna um kvinnur í politikki - Eg havi ikki tann heilt stóra áhugan fyri politikki, men tað burdu verið fleiri kvinnur á Løgtingið. Tað er torført at koma fram sum kvinna. Kvinnur hava heldur ikki lætt við at fáa stjórastørv Súsanna um føroyskan mat - Tað dámar mær væl. Mær dámar best grind og spik. Blóðpylsu, turrur fiskur og skerpikjøt er heldur ikki at forsmáa. Eg geri sjálv mat hjá okkum. Vit kundu eti meira føroyskt Súsanna um trúgv - Eg eri kirkjufólk, og eg royni at vera í kirkju av og á. Eg tosi ikki so nógv um tað. Átrúnaðurin kemur ikki í fremstu røð hjá mær Súsanna um fótbóltslandsliðið hjá monnum - Tað stinkar! Teir kundu verið betri, um teir høvdu viljað tað. Teir kundu vant meira og effektivari. Teir skuldu sett sær sum mál at hækkað støðið fyri hvørt ár. Fólk í Føroyum elska fótbólt, og tað er altíð at vera so. Hinar ítróttargreinarnar nýtast tó ikki at forsømast fyri tað Fakta Súsanna Skylv Sørensen Fødd 7. januar 1979 Íðkar triathlon, duatlon, fjallasúkling og rógving Lærir til frisør