Sáttmálarnir longdir til í annaðkvøld

Arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið hava gjørt av at leingja allar sáttmálar til 2. mei á midnátt.

Sáttmálin gekk annars út á midnátt, men í dag er 1. mai, altjóða arbeiðaradagur, og tá samráðast feløgini ikki.

Tískil eru partarnir samdir um at útseta sáttmálan og sostatt verða samráðingarnar tiknar upp aftur tíðliga í morgin árini.

Partarnir hava samrátt síðani fyrst í apríl mánaði og eru samdir um, ikki at siga nakað um samráðingarnar ella krøvini.

Tey fimm arbeiðsgevarafeløgini samráðast øll saman. Tey eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Mynd: í dag liggja øll arbeiðspláss still, men í morgin verður herjað á aftur