Nakað síðani fekk løgreglan tvær fráboðanir um eina grind norður úr Fugloynni. Mett varð, at hon var einar átta fjórðingar úr landi.
Tað hevur stóran áhuga, tí síðani hevur telefonin hjá løgregluni kimað út í eitt. Løgreglan sigur, at tey hava tosað við sýslumannin, sum aftur hevur havt samband við grindaformenninar. Og niðurstøðan er, at grindin er heldur 12 fjórðingar úr landi og tí er avgerð tikin um at lata hana fara.
Tey vænta, at stórur vandi er fyri, at myrkur kemur á, áðrenn hon kann rekast inn og avlívast og tí lata tey hana fara, sigur løgreglan.