Sær svart út á Skálafjørðinum

Marius Kryger Lindh var sera eyðsýndur, tá ið AB við 4-1 sigri á útivølli ímóti NSÍ lyfti seg fram á sætta plássið

Fyrsta umfar í øðrum triðingi av landskappingini er av. Í kvøld settu NSÍ og AB punktum í góðveðrinum við Løkin, og tað vóru argjamenn, sum fóru sigurssælir stutta teinin suður aftur í høvuðsstaðin, meðan tey í NSÍ leguni ásanna, at úrtøkan er soltin, og at teirra lið á ongan hátt hevur marginalirnar á sínari síðu.

 

Fyrri hálvleikur var málleysur, og tá ið Petur Reinert bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti talvan 1 – 4.

 

Sigurin ber við sær, at AB nú er á sætta plássi, og at tað eru fimm stig frá AB og aftur til niðurflytingarplássini. Tað eru tey trý feløgini kring Skálafjørðin, sum manna tey aftastu plássini. B68 og Skála hava fimm stig, og NSÍ hevur níggju stig.

 

Heilt síðani hann fyrstu ferð var á vøllinum fyri AB hevur tað sást, at 22 ára gamli framrættaði spælarin í høgru Marius Kryger Lindh er ein fongur. Danskarin hevur góðan bóltførleika, hann hevur gott eyga fyri spælinum, og so er hann skjótur.

 

Tríggjr minuttir eftir steðgin sneiddi hann framvið tveimum mótstøðumonnum og inn frá høgru. Komin inn í brotsteigin smekkaði hann eitt sindur til høgru til, og bólturin sigldi í handaru síðu av málinum aftanfyri Tórð Thomsen, sum av nýggjum hevði vunnið sessin millum stólparnar.

 

NSÍ var omaná í fyrra hálvleiki, og tað hevði einki forgjørt verið í tí, um heimaliðið var frammanfyri. Og løtuna eftir, at AB hevði skorað, var um reppið, at NSÍ javnaði. Men AB bjargaði á strikuni, og í skjótum mótálopi eydnaðist tað at økja um leiðsluna. Augustin Marsico skumpaði mitt fyri málinum bóltin inn um strikuna, eftir at Marius Kryger Lindh hevði lagt innfyri úr høgru, og innskifti Robbie Azodo legði innfyri aftur úr handara borðinum.

 

Tá restaðu tað 12 minuttir, og síðstu lítlu løtuna vórðu trý mál skorað aftrat. Innskifti Robbie Azodo økti til 3-0. Eisini tá var tað Marius Kryger Lindh, sum átti uppleggið. Vanliga leiktíðin var farin, tá ið Beinir Nolsøe eftir upplegg frá Hans Marius Davidsen minkaði um munin til 3-1. Hetta var fyrsta málið hjá 18 ára gamla Beiniri Nolsøe í bestu deildini.

 

Og AB sigurin var negldur fastur í síðsta álopinum av øllum. Innskifti AB veteranurin Jobin Drangastein skoraði, og aftur var tað Robbie Azodo, sum átti uppleggið.

 

-Hetta var besta avrikið hjá okkum higartil í ár. Vit eru nógvir nýggir á liðnum, og tað kennist lættari, tá ið vit so við og við læra hvønn annan at kenna, sigur Marius Kryger Lindh.

 

NSÍ venjarin Todi Jónsson ásannar, at tað gongur striltið at vinna mál og úrtøku:

 

-4-1 er sannførandi sigur, men kortini kennist tað sum um, at vit høvdu møguleika at vinna stig. Tíverri skoraðu vit ikki, tá ið vit í fyrra hálvleiki vóru omaná, og vit høvdu ikki marginalirnar við okkum, tá ið vit í seinna hálvleiki vóru um reppið at javna. Eg havi sagt tað fyrr, at vit mugu halda fram at arbeiða og stríðast fyri søkini. Onnur hava roknað okkum at vera evni at kappast um fýra tey fremstu plássini. Soleiðis hugsa vit als ikki. Talan er um nýtt lið, og í kvøld var 19 ára gamli Súni Hansen fyri fyrstu ferð skiftur inn á besta liðið, sigur Todi Jónsson.

 

-

 

NSÍ – AB 1-4 (0-0)

 

0-1: Marius Kryger Lindh

 

0-2: Agustin Marsico

 

0-3: Robbie Azodo

 

1-3: Beinir Nolsøe

 

1-4: Jobin Drangastein

 

Dómari: Petur Reinert

 

NSÍ: Tórður Thomsen – Meinhard Debes Geyti, Oddur Á. Højgaard, Einar Tróndargjógv – Pætur Hentze, Jógvan Højgaard, Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen, Pætur Turiðarson Skipanes – Hans Marius Davidsen, Klæmint A. Olsen

 

AB: Rasmus Jepsen-Jacob – Jákup Pauli Breckmann, Onni Tihonen, Erik MCCue, Rógvi N. Poulsen – Marius Kryger Lindh, Ragnar Skála, Karl Dreier Leth, Teitur D. Olsen, Michael Alexander Smith – Agustin Marsico

 

-

 

10100033130
Víkingur10802321024
B361061323819
HB10442201616
EB/Streymur10424142014
AB10316182610
07 Vestur1023511259
NSÍ1030713299
Skála1005510185
B68101278295

 

-

 

Løgmanssteypið

 

Fjórðingsfinalur

 

Miukudagin 18. mai

 

KÍ – ÍF

 

HB – AB

 

B36 – Víkingur

 

TB – 07 Vestur

 

-

 

11. umfar

 

Leygardagin 21. mai

 

Skála – NSÍ

 

AB – B36

 

Sunnudagin 22. mai

 

Víkingur – KÍ

 

B68 – EB/Streymur

 

HB – 07 Vestur