Ein persónur við svørði hevur seinnapartin í dag sært fleiri fólk á einum miðnámsskúla í Fagersta í Svøríki.
- Ein persónur er handtikin, og sambært svenskum miðlum varð illgerðarmaðurin skotin í beinið av løgregluni.
Tað veit Ritzau at siga, og tíðindastovan endurgevur svenskar miðlar.
- Hendingin fór fram á Brinellskolan í Fagersta, umleið 150 kilometrar í útnyrðing úr Stokkhólmi.
Fagersta kommuna upplýsir, at fleiri fólk eru særd, men enn er ikki alment upplýst, hvussu nógv tey eru, ella hvussu álvarsligir løstirnir eru.
Sambært Aftonbladet er maðurin, sum illgruni er um, skotin í beinið.
Sagt verður, at í minsta lagi tvey fólk eru særd, men hetta er tó ikki váttað av myndugleikunum.
– Vit royna at fáa yvirlit yvir støðuna, men í løtuni hava vit onga ábending um, at vandi er fyri almenninginum.
Tað sigur Pelle Vamstad, talsmaður hjá løgregluni, við Aftonbladet.
Fráboðanin um hendingina kom stutt eftir klokkan 14, lokala tíð í dag.
Brinellskolan hevur umleið 450 næmingar, og fleiri aðrir skúlar í økinum eru stongdir fyribils orsakað av hendingini.
Svenski løgmálaráðharrin, Gunnar Strömmer, sigur, at stjórnin hevur fingið upplýsingar um eina álvarsliga hending í Fagersta og er í tøttum sambandi við løgregluna.
Forsætisráðharrin, Ulf Kristersson. sigur í eini skrivligari viðmerking, at tankar hansara eru hjá øllum teimum, sum eru rakt.
– Vit vita enn ikki, hvat liggur aftan fyri illgerðina, men vit vita, at løgreglan arbeiðir miðvíst við málinum, sigur hann.
Fagersta hevur umleið 12.000 íbúgvar, veit Ritzau at siga.











