Safir brúkar høgru

Safir gjørdu tað, fólk flestu roknaðu við. Teir bruktu høgru og dugdu at brúka hana Har var einki at fara skeivur av. Safir leveraði vøruna á ársins Summarfestivali. Teir fóru uppá mánan, men spældu eisini playmobil, og høvdu fjøldina í síni hond frá byrjan til enda.

 

Hóast broyttu skránna, komu teir á pall. Fjøldin kókaði og kendi bæði Janus Trygvason og Tór Verland Johansen, tá hesir høvdu hug at staðfesta, at lívið var lítið skemtiligt, og eisini ?áááh so skeg?.

 

Eitt, ið kortini irretreraði var, at Tór Verland proklameraði, at teir einki eykanummar høvdu. Tað hevði Safir kortini, og soleiðis punkteraði teir eisini øgiligu staðfestingina.

 

Hinvegin kann ikki setast fingur á framførsluna hjá Safir - tí hon var góð!