Egon Øregaard
skúlastjóri
KM.- sigur seg als ikki kunna taka undir við at gera miðnámsdepil í Marknagili.
????????
Sjálvssagt virði eg hetta sjónarmiðið. Tó vil eg halda, at minsta kravið til KM, sum er framsøgumaður Javnaðarfloksins er, at hann kann koma við haldgóðum grundgevingum fyri hví Javnaðarflokkurin ikki tekur undir við ætlanini. Sjálvur meti eg ikki, at hann higartil hevur gjørt tað.
Eftir mínum tykki niðurger KM. tað arbeiðið, sum bygginevndin hevur lagt fram, m.a. kallar KM tað "nakrar leysar skitsur.." og nakað seinni sigur KM "pappír er takksamt", og í endanum av greinini staðfestir KM "Hon (ætlanin) er ikki gjøgnumhugsað, ella lýst nóg væl! Flestu onnur, eisini fakfólk, kalla "álitið" eitt valaarbeiði.
Bygginevndin arbeiddi ógvuliga miðvíst í útvið 1/2 ár við at fyrireika "álitið um Skúladepilin við Markna-gil". Fyrimunir og vansar vóru viðgjørdir, og vóru niðurstøðurnar gjørdar eftir gjølla umhugsan.
Eisini skal havast í huga, at framanundan at "álitið um Skúladepilin í Marknagili" sá dagsins ljós, hava allir tríggir skúlarnir, hvør í sínum lagi, í fleiri ár arbeitt við at gera m.a. hølisskráir, "tørvsanalysur" v.m. Í hesum arbeiði hava, í nógvum førum, lærarar og onnur starvsfólk verið við í arbeiðinum.
KM sigur: ? Eg havi serliga saknað, at fakfólk sleppa at siga teirra hugsan,?
Til hetta er at siga:
Bygginevndin er mannað við:
?Stjórunum á teimum trimum skúlunum, sum av politisku myndugleikunum eru valdir, og settir, at hava dagligu leiðsluna av skúlunum og hava námsfrøðiligu og fíggjarligu ábyrgdina. Haraftrat er uppgávan hjá stjórunum, at menna skúlarnar á øllum økjum.
Tað undrar meg, hví KM als onki álit hevur á teimum í hesum málinum. Eru hesir ikki fakfólk?
?Stýrisformonnunum á FH og TST, sum eru valdir av, og umboða vinnuðlívið í útbúgvingarmálum á teimum báðum stóru yrkisskúlunum - Eru hesir ikki fakfólk?
?Inspektøri á Føroya Studentaskúli & HF skeiði - Er hesin ikki fakfólk?.
?Deildarsjórin fyri m.a. miðnáms og yrkisskúlarnar í Mentamálaráðnum - Er hesin ikki fakfólk?
?Formaður í bygginevndini er ein av okkara royndastu arkitektum í Føroyum, sum gjøgnum tey seinastu uml. 25 árini hevur verið við í ymiskum nevndum í samband við bygging av skúlum í Tórshavn og aðrastaðni í Føroyum - Er hesin ikki fakfólk?
?Arkitektur frá Landsverk hevur havt eygleiðarastøðu í bygginevndini - Er hesin ikki fakfólk?
Pappírið er takksamt sigur KM.- Men hetta er eftir mínum tykki tann best skikkaða nevndin, sum møguleiki var fyri at seta saman, til hesa uppgávuna.
KM sigur, at hann fer at krevja, at ein hoyring verður um hetta málið, har allir partar sleppa til orðanna.
Í "álitinum um Skúla-depilin við Marknagil" er hetta ein sera tíðandi táttur. Tá politikararnir hava tikið neyðugu avgerðina, og ætlanin um Skúladepilin verður sett í verk, kemur tað fyrsta. av 26 undirpunktum í "Arbeiðs - og tíðarætlan" við tað sama í kraft. Her stendur sum nr. eitt "Byggiskrá/brúkarahoyring".
Skal "álitið um Skúladepilin við Markanagil" til brúkarahoyring, sum CM setur sum krav, og øll viðkomandi skulu til orðanna, eru tað helst omanfyri 200 persónar, sum skulu siga sína hugsan - eyðsæð er hvat tá verður av ætlanini !!
? Vit hava valt okkara politikarar inn á Løgting til, at taka slíkar avgerðir.
Við tí vælaverkið í hond, sum "álitið um Skúladepilin við Marknagili" er, og við tí kunning, sum politisku umboðini, alla-tíðina kunnu gera brúk av, hevur politiski myndugleikin allar møguleikar, at taka "kvalifiseraðar" avgerðir.