Salt fær stuðul í Løgtinginum

Framsøgumenninir í teimum fýra stóru flokkunum gjørdu í gjár greitt, at teirra flokkar stuðla Salt verkætlanini, og tí tykist púra klárt, at Saltsilo grunnurin fær tær 20 milliónirnar, sum skulu til fyri at verkætlanin kann fremjast.

Tað var Torbjørn Jacobsen, sum vegna Tjóðveldi legði fyri, tá heili trý mál um Saltsilo verkætlanina vóru fyri í Tinginum fyrrapartin í gjár.
Hann segði, at lítið er hent innan mentanarbygging í Føroyum í mong Harrans ár, og hóast verkætlanin er staðsett í Suðuroy, skal hon verða til gagns fyri allar Føroyar og røkka út um landoddarnar eisini.
- Eg skal gera greitt, at eg taki undir við verkætlanini, sló Torbjørn Jacobsen fast.
Hann vísti eisini til, at formenninir í fimm av teimum seks flokkunum á Tingi hava skrivað undir eina avtalu um at stuðla verkætlanini – bert Miðflokkurin er ikki við.
Framsøgumaður Tjóðveldi segði, at tær 20 milliónurnar frá Mærsk grunninum, 18 frá donsku stjórnini og so uppskotnum 20 milliónirnar saman við MVG-undantøku fer at røkka at fremja verkætlanina í verki.
Hann segði seg tosa vegna alt Tjóðveldi, sum tekur undir við verkætlanini.
Jógvan á Lakjuni setti spurnartekin við, um tað er rætt at stuðla rakstrinum av einum einstøkum mentanarhúsi fram um onnur mentanarhús, og Torbjørn Jacobsen helt, at Løgtingið var alt ov pírið, tá tað kemur til mentan.
- Vit klára ikki at taka okkum saman í hesum húsinum at stuðla tjóðarbygging, og hendan verkætlanin er júst eitt slíkt mál, segði Torbjørn Jacobsen.

Fyrivarni
Magni Laksáfoss helt, at talan her var um eitt margháttligt mál. Og tað undarliga helt hann vera í, at verkætlanin ikki stendur á fíggjarlógini, men bert nevnt í viðmerkingunum sum ein ætlan um at seta pengar av.
- Tá floksformenninir hava skrivað undir eina avtalu, átti ikki at verið neyðugt við teirri togan aftur og fram, sum vit síggja nú, segði Magni Laksáfoss.
Hann gjørdi greitt, at Sambandsflokkurin tekur undir við verkætlanini, men at har eru nógvir ivaspurningar.
- Hvør skal gjalda, um verkætlanin gerst dýrari enn mett? Spurdi Magni Laksáfoss.
Hann eftirlýsti eisini einum svari upp á, hvussu raksturin hongur saman, sjálvt við teimum 2,5 milliónunum frá landinum og tveimum milliónum frá Tvøroyrar Býráði.
Magni Laksáfoss vísti eisini á, at ætlanin var, at ein heimildarlóg fyri stuðulsjáttanina skuldi koma í januar, men at hon ikki er komin enn.
Hann helt tað ikki vera so týdningarmikið, um tað verður uppskotið hjá Aksel V. Johannesen, fíggjarmálaráðharra, ella tað, hjá Edmundi Joensen, ið verður samtykt. Tað, sum hevur týdning er, at verkætlanin verður framd.
Eisini Magni Laksáfoss helt, at stuðul til onnur mentanarhús er eitt mál, ið Løgtingið eigur at taka upp.
Annars fíltist hann á mannagongdina, har floksformenninir bundu tinglimir niður við avtalum.

Landið vinnur
Framsøgumaðurin hjá Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, helt, at verkætlanin var bæði mentanarliga, samfelagsliga og fíggjarliga gagnlig.
- Hetta er ein verkætlan, sum fer at ávirka mentanina positivt, ikki bara í Suðuroy, men í Føroyum sum heild, segði Jørgen Niclasen.
Hann helt tað vera umráðandi at tora at hava tiltøk kring alt landið, og at Saltsiloin fer at styrkja um samanhaldið í Suðuroy. Og ikki minst fer hetta mentanarhúsið at menna listina.
Talan verður í veruleikanum um eina samlaða inntøku til landið, bæði tí so nógvur peningur kemur til landið uttan ífrá, og tí at verkætlanin fer at skapa so nógv virksemi, sum kemur landinum tilgóða.
Hann nam eisini við spurningin um, hvussu vit frameftir skipa stuðul til mentanarhús.
Jørgen Niclasen vísti eisini á, at tað ber ikki til at játta pening yvir fleiri ár, tí hetta er í beinleiðis stríð við játtanarlógina. Hann helt eisini, at einki rúm er á játtanarlógini sum er, at tað tí má merkja, at fíggjarmálaráðharrin fer at koma við einari eykj játtanarlóg.
- Eg fari sum formaður í fíggjarnevndini at gera alt fyri, at finna rúm fyri hesi játtanini á 20 milliónir krónur til Saltsilo verkætlanina á Drelnesi, segði Jørgen Niclasen.

Pengarnir koma aftur
Jóannes Eidesgaard helt, at vit føroyingar eru ógvuliga lítillætnir tá tað kemur til at byggja bygningar.
- Men nú er eitt gylt høvi at byggja okkara Skeiva torn í Pisa ella Operahús í Sydney, segði Jóannes Eidesgaard.
Húsið stendur har, vísti hann á, og tað er iki rætt at seta hesa verkætlanina upp ímóti eitt nú nýggjum tjóðpalli ella einum operahúsi.
Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin hugleiddi eisini um stóra týdningin, sum saltfiskur og harvið eisini salt hevur havt fyri føroyingar. Men tað er ikki tí, at Saltsiloin er so serføroysk, at vit eiga at varðveita hana.
- Talan er um bygning, sum fraklendingar hava tikið stig til, og sum danir hava staðið sum byggiharrar fyri, men bygningurin er so mikið unikkur, at hann finnist ikki aðrastaðni, segði Jóannes Eidesgaard.
Hann segði eisini, at av teimum 20 milliónunum, sum landið ætlar at lata, kemur meginparturin inn aftur.
- Til slíkar verkætlanir fer um helmingurin í lønum, tað vil siga umleið 30 millionir. Av teimum koma umleið 15 inn í beinleiðis skatti, og av teimum fimm milliónunum sum eru upp til tær 20, kemur nakað væl inn aftur í MVG, so samanlagt verður ikki talan um tær stóru útreiðslurnar fyri landið, segði Jóannes Eidesgaard.
Hann helt, at støðan við Saltsiloini var so serlig, tí bygningurin stendur har, og pengarnir eru komnir til høldar.
Eftir fyrstu viðgerð í Tinginum í gjár, varð málið beint í fíggjarnevndina til viðgerðar.