Salvador Allende ? Bardagin um søguna heldur fram

 "Deyði Allende forseta. Sjálvmorðið 11. september 1973 í presidentborgini La Mondena, var hvørki framt av einum manni, ið var frá sær sjálvum ella av romantiskum ávum, ið skuldi gera hann kendan sum hetjan í søgubókum. Henda gerð var ein partur av lívinum hjá einum realisti, einum veruliga stórum politikara".
Tomas Mulián sosiologur við Universidad ARCIS í Santiago, 2003.

Torført er at tulka lívið hjá Salvador Allende og politisku meiningarnar hjá honum, tí ikki er gjørligt at siga annað, enn at tað var ein syndarlig lagna honum var fyri. Sum fólkavaldur í Unidad Popular í Chile í 1970 kom hann at umboða eina sosialistiska endurnýggjan í Suður- og Miðamerika, sum kommunistar í Europa tóku til sín. 11. september fyri 30 árum síðani tók Allende lívið av sær. Eftirmaðurin generalurin Augusto Pinochet varð stuðlaður av CIA. Og skuldi vísa seg sum ein despotiskur og fasistiskur mordari.


Allende ? Eitt nýtt slag av politikara
Allende stóð á odda fyri chilenska vinstravongin, ið leingi hevði tosað um marxismu. Sosialistiski flokkurin broyttist gjøgnum sekstiárini. Sum kollveltingarhugaður varð Salvador Allende fyri fólkaræði. Hann trúði á atkvøðugreiðslur, og at gjørligt var at umskipa samfelagið innanífrá.
Sum politikari var Allende ikki nakar stórur talari, sum eitt nú Martin Luther King ella faðir at orðatøkum sum Mathatma Gandi, meiri var hann ein stillur realistur, ið vildi vinna bardagar um vanliga lívið og um dagligdagin í Chile. Hann vildi skapa rúm fyri einum fólksligum politikki í einum samfelag, ið var demokratiskt, men har samgongur á vinstraveinginum ikki vóru gjørligar, meiri demokratiskt var landið ikki. Allende var ikki bert ein realistur, men eisini kapitalismukritiskur, ið CIA sjálvandi høvdu frætt.

Royndin at sameina flokkarnar
Longu meðan hann var heilsumálaráðharri, í 1952, vildi hann sameina Sosialistiska Flokkin og Kommunistiska Flokkin, ið bardust um valdið. Hann vildi savna hesar flokkar, og kom í hesum arbeiði at niðurleggja sín egna flokk, eftir fyrimynd úr Peru, har Victor Raúl Haya de la Torre savnaði indiansku fólkini og peruiansk intellektuel við eini nationalistiskari og marxistiskari stevnisskrá longu í 1924. Henda "triðja veg" helt Allende, at Perón í Argentina ikki fylgdi, ið hann metti sum populismu.
Stutt áðrenn 20-anda flokksfundin í USSR í 1956, har Nikita Khrustjov hevði kendu uppgerðina við Stalin, ið var deyður 3 ár innan, fóru Allende og felagar til verka. Teir vildu vinna valdið við fólkaræði og gjøgnum eina sosialistiska og kollveltingarfúsa samgongu. Ein ætlan, ið serfrøðingar hava mett sum hættisliga og ástøðiliga ikki heilt gjøgnumhugsaða ? ið kom at vera byrjanin til endan. Í hesum politikki varð eitt ekkó frá nógvum Latínamerikanskum londum og frá tjóðskaparligum frælsisstríði, ið kommunistiskir flokkar í øllum Suðuramerika stuðlaðu. Allende stuðlaði t.d. Fidel Castro, men ikki eini ódemokratiska chilenska stjórn, leidd av sosialistum. Í hesum var hann nærum einsamallur millum hinar sosialistarnar í Chile, men tað var løgið at stuðla einræði, men sjálvur vilja fremja fólkaræði. Í hesi tíðini var kalda kríggið av tí kaldasta. Terrorbalansin speglaðist í hvørjum hyli frá Reykjavík til Cape Town. Amerika hevði onga fatan av øðrvísi hugsandi, og sosialisma og kommunisma var fyri teir tað sama, kommunistajagstranin var enn virkin, tá Allende kom fram.

Unidad-Popular
Allende vildi arbeiða innanífrá politisku skipanini og skapa fólkaræði. Chile hevði eina langa søgu fyri fólkaræði, men eisini eina fløkta stættarskipan. Gjøgnum sekstiárini vaks Unidad-Popular fram, ið vildi byggja eina nýggja framtíð, men júst her lá ein sorgarleikur og bíðaði. Allende tosaði í 1971 um at málið og vegurin var ein sosialisma, ið var fræls, fólkaræðislig og vildi fremja eina skipan við fleiri flokkum. Hetta gjørdi Allende til eina borðbara leið fyri eurokommunismuna, ið serliga var at síggja innan kommunistaflokkar í Suður- og Vestureuropa, serliga í Spania, Frankaríki og Italia. Eurokommunistarnir vildu burtur frá sovjettiska kommunistaflokkinum og sóu Allende sum eina sanna intellektuella endurnýggjan. Eisini í Føroyum var Allende ein fólkahetja hjá føroyskum ungum vinstravendum og kommunistum. Navnið Salvador Allende var mangan evni, ið skiltu partarnar, í t.d. ortodoksar leninist-marxistar og sosialistar (tá ofta vanligir kommunistar). Allende og amerikanski stuðulin til Pinochet, varð evni fyri bardøgum millum føroysk vinstravend sum t.d. millum Marionnu Debes Dahl og blaðstjóran og fólkafloksmannin Óla Breckmann. Bløð sum Framin, Oyggjaskeggi, Dagblaðið og Fríu Føroyar vóru á tremur av kjaki um hesa søguligu hending fyri 30 árum síðani. Kalda kríggið hevði nøkur serliga køld tíðarskeið, ella kaldfrontar, ein undir kubakreppuni, ein í t.d. Vietnam og ein í Chile. Tað var sum um eingin miðleið fanst millum ókritikst at verja Allende ella at fríkenna Pinochet (og USA).
Allende nýtti ikki valdið
Allende var ikki sum vanligir kommunistar, ið vildu (onkur vil kanska enn) taka alt vald. Allende vildi fremja eina líðani broyting við at heita á progressiv fólk, men hann megnaði ikki at fáa henda politik at gerast veruleiki. Hann var av lyndi humanistiskur og nýtti ikki tað vald, ið hann veruliga hevði eftir stillu "kollveltingina", ið tí ikki ræddi fíggindarnar. 28. juni í 1973, minni enn 3 ár eftir at hann varð valdur, varð roynt at fremja eitt hernaðarkvett. Allende legið ikki eftir hesum fólkum, ið bæði vóru uttast á vinstraveinginum men serliga til høgru. Hevði hann spælt leiklutin sum sterkur presidentur, hevði hann tá tveitt hesi fólk í fongsul. Hetta gav fíggindunum fríar ræsur. Allende vildi demokratisera samfelagið, ið var hansara kollveltingarhugi og leið, við hesum vápni vildi hann loysa allar trupulleikar. Tá Pinochet longu 2 vikur sum hernaðarleiðari, (nærum logiskt fyri okkum í dag), framdi hernaðarkvettið, kendi Allende seg helst sum Julius Cæsar: "Et tu Brute"(eisini tú sonur mín Brutus). Og Pinochet var ein "brute" (harðrendur) (orðið "brutalur" kemur av orðinum "brutalis" á latíni, ið tó ikki hevur nakað við Brutus at gera). Pinochet var meiri sum rómverjana keisari Nero.
Sjálvmorðið
Allende hevði ikki roknað við at koma livandi út úr La Mondena slottinum. Sosiologurin Tomas Mulián frá Santiago meinar, at Allende valdi sjálvmorðið fyri at Pinochet skuldi fáa blóð á hendurnar, og at hann ikki vildi fara í eksil. Sum hann tók til: ein hetja kann vera ein Argamemnon, men ongantíð ein Aigistos, ið drap hetjuna Argamemnon í Mykene, tá hann ikki fekk vart seg. Satre skrivaði sjónleikin: "Flugurnar" um Argamemnon og Klytaimnestra, hon ið forelskaði seg í Aigistos, har flugurnar umboða ringu samvitskuna hjá Aigistos og Klytaimnestru. Mulián meinar, at Pinochet var meiri bangin fyri einum deyðum Allende enn einum livandi.
USA og Nixon
Richard Nixon lata boð fara um at fáa chilenska búskapin at ridla "make the econemy scream" í 1971. Í býinum Abtofagrasta varð eitt herstjóraráð stovnað, við fasistiskum leiðarum frá "Partia Y Libertad" (Fosturland og frælsið), "Partido Nacional" og hernaðarovastum, við áhuga fyri hernaðarkvetti. Amerikanski sendiharrin Harry Schlaudeman samskipaði samarbeiði millum CIA og chilenska herin.
Eftir at Pinochet kom til valdið, serliga frá 1973-75 og seinni í 1975 vóru sera nógv fólk pínd og avrættaði. Í dag berjast chilenar fyri at koma minni um harðrenda stðri til lívs, ið noyddi fólk at gloyma Allende og søguna hjá Chile. Søgufatanin hjá chilenum er enn oyðiløgd sigur søgufrøðingurin Franck Gaudichaud, ið arbeiðir fyri Le Monde í Chile. Bardagin fyri at fáa Pinochet dømdan byrjaði fyri nøkrum árum síðani, har eksilchilenar um allan heimin savnaðust fyri rættvísi. Men teir stóru mordarnir í søguni vera nærum ongantíð hildnir til svars fyri teirra illgerðir. Dømi um hetta er, at ein gamal Idi Amin doyði, ið var fyrrverandi leiðari og illmenni úr Uganda, t.d. herfyri í Saudiarábia í frið og náðum.
At Nixon fór frá vegna Watergate og ikki fyri Chile er torført at skilja í dag.
Fámannavaldið Chile skuldi verjast
Tjóðaryrkjarin í Chile Nobelvinnarin Pablo Neruda segði í eini bók frá 1974, har seinastu orðini eru skrivaði tríggjar dagar eftir hernaðarkvettið í 11 septembur í 1973, at tað chilenska oligarkiið (fámannaveldið) stóð aftanfyri blóðugu kollveltingina, tað vóru Norðuramerikanskar fyritøkir, ið høvdu áhugamál í minunum, ið Allende ognartók, ið stóðu aftanfyri. Tí varð presidentaborgin bumbað.
Allendesa stóru feilir vóru m.a., at hann ikki sá, at ein statur, skal honum lív verða lagað, má og skal hava valdsmonopol, t.v.s at herurin skal vera undir stjórnini og ikki ein hóttan móti stjórnini og fólkinum. Ein annar feilur var, at hann ikki lærdi av fyrru kvettroyndini í 1973 og ikki minst, at hann gav Pinochet valdið á herinum. Hann dugdi heldur ikki serliga væl at lesa heimsstøðuna, ella at agera í kalda krígginum og t.d. at berja CIA niður sum Castro gjørdi í Svínabuktini.

Keldur:
Le Monde
Die Zeit
Politiken
Pablo Neruda: Jeg bekender, jeg har levet. Endurminningar. 1974.

Chile: Søga.
1970
4. septembur: Salvador Allende stovnaði Chilenska Sosialistaflokkin og gjørdist valevni til presidentaembæti fyri Unidad Popular. Hann varð valdur við 36,3 prosentum av atkvøðunum.
22. oktobur: René Schneider, herovasti dripin. Allende setti Carlos Prats sum eftirmann.
1971
Amerikanski presidenturin Richard Nixon setti í verk handilsforðingar og boykott av Chile.
11. juli: Kopar og annar minuídnaðurin ognartikin (nationalisering).
2. september: Undantaksstøða lýst í Chile.
1972
Verkfall, ið fyri ein stóran part vóru fíggja av CIA. Landið lami.
1973
4. marts: Við stuðuli frá krist-demokratunum vann Unidad-Popular stórsigur við 43,4% av atkvøðunum.
28. juni: Forsetaborgin álopin av herinum. Hernaðarkvettið miseyðnaðist, tí generalurin Prats stuðlaði enn Allende.
23. august: Prats fór frá, vegna trýst frá hinum hernaðarleiðarunum í landinum. Allende tilnevndi Augusto Pinochet til hernaðarleiðara í Chile.
11. september: Hernaðarkvett. Salvador Allende tók seg av døgum. 3000 fólk vóru myrd ella hvurvu.
1974
26. juni: Generalurin Augusto Ponochet útnevndur til ovasti leiðarin í landinum.
1980
11. september: Nýggj grundlóg, ið tryggjaði, at í 1988 skuldi fólkaatkvøða haldast.
1988
5. oktober: Fólkaatkvøða kravdi stjórnina frá, men Pinochet vildi verða sitani til 1990.
1989
Patricio Alwin presidentur við 55,2 prosentum av atkvøðunum.