Saman stendur Suðuroy sterkari

Jaspur Vang
Valevni Sambandsfloksins á Tvøroyri.


Kommunur í londunum uttan um okkum leggja saman, eins og alt fleiri føroyskar kommunur leggja saman. Somuleiðis leita lond, felagsskapir og vinnuvirkir, hvør í sínum lag saman í størri eindir. Yvirskipaða endamálið við nevndu samanleggingum er m.a. at rationalisera raksturin, menna um- og fyrisitingar og í felag vinna størri fíggjarliga, politiska og hugsjón- arliga styrki og ávirkan.


Í og við at Suðuroy harumframt er eitt vinnuøki fyri seg, ein arbeiðsmarknaður fyri seg, eitt eldraøki fyri seg, eitt skúla- og mentunarøki fyri seg og til seinast, men ikki minst, eitt valdømi fyri seg, er í mínum hugaheimi nógv, sum talar fyri, at Suðuroy hevði staðið munandi sterkari sum ein kommuna.

Gongdin seinastu
mongu árini.
Tað er eingin loyna, at gongdin í Suðuroy seinastu mongu árini hevur verið tann skeiva vegin. Vit kunnu m.a. staðfesta, at fólkatalið hevur verið - og er fallandi, eins og arbeiðsloysið er vaksandi og størri enn aðrastaðni í landinum. Inntøkugrundarlagið í oynni er í ov stóran mun beinleiðis tengt at fiskivinnuni og tí óstøðugt, eins og meðalinntøkan er ov lág í mun til onnur øki í landinum. Vanda- miklasta avleiðingin av hesari skeivu gongd er, at aldursbýtið gerst alt meira avlagað, t.v.s. at talið av ungum fólki og fólki í vinnuførum aldri alsamt minkar í mun til talið av eldri fólki.

Hvat er orsøkin ?
Orsøkirnar til skeivu gongdina í oynni eru partvís at finna í førda landspolitikkinum og partvís her í oynni. Heldur ikki kunnu vit síggja burtur frá, at í londunum uttan um okkum er gongdin tann, at útjaðarøkini vikna í mun til meginøkini.
Tí mugu vit ásanna, at tað ikki finnast lættar og skjótar loysnir á trupulleikunum, og at tað fyrst og fremst áliggur okkum, sum búleikast í oynni og serstakliga teimum vit velja at umboða okkum lands- og kommunupolitiskt, at ganga undan í einum miðvísum, tvørpolitiskum yvirskipaðum arbeiði at menna oynna sum eina heild.
Vilja vit munandi broytingar, mugu vit fremja munandi broytingar. Verandi kommunuskipan í oynni hevur ikki megnað at forða skeivu gongdini. Heldur ikki verandi samstarv - ella rættari, tørvurin á slíkum - millum lands- og, kommunupolitikarar og aðrar áhugabólkar í oynni hevur megnað at venda skeivu gongdini.
Kommunupolitikarar hava tí skyldu at finna felags stev á eitt nú skúlaøkinum, eldraøkinum og mentunarøkinum, eins og tá umræður at skapa vinnuni bestu karmar at virka undir og ungdóminum góð kor at veksu upp - og búnast undir. Soleiðis verður fíggjarlig, politisk og hugsjónarlig orka skilabest nýtt, um vit lyfta í felag.
Harumframt hava kommunu- og landspolitikararnir í samstarvi við ymisku áhugabólkarnar í oynni skyldu til í størst møguligan mun at finna felags landspolitiskt stev, fyri síðani at gera sína ávirkan galdandi landspolitiskt, eitt nú umvegis kommunalu felagsskapirnar og umvegis landspolitikararnar, sum valdir eru í oynni. Hettar soleiðis at landspolitiska orkan í oynni kann verða nýtt á skilabesta hátt, heldur enn sum nú, har landspolitikarar, hvør í sínum lag, profilera seg fyrilitarleyst.
Landspolitiskt hevði tað yvirskipað verið munandi skilabetur, um oyggjn var ein kommuna, sum savnaði, samansjóðaði, undirbygdi og framsetti krøv og uppskot til loysnir - allari oynni til frama. Her kunnu vit nevna uppskotið frá landsstýrinum um bygging av skúladepli í Hovi og ellis- og røktarheimi í Vági sum dømi um, í hvussu stóran mun tørvandi samstarv skaðar oynna.

Eldraøkið
Stórrakstrarfyrimunirnir við at byggja stórt, heldur enn at byggja smátt á eitt nú eldraøkinum, áttu at veri eyðsýntir.
Tá talan er um hjálp til okkara eldru, sum eru før fyri - og ynskja at verða búgvandi heima, er tað væl eisini munandi bíligari at reka eina felags tænastu til hesi okkara eldru, heldur enn at hvør kommuna sær umsitur og rekur tílíka tænastu.

Eitt skúla- og mentunarøki
Tá hugsað verður um eitt nú framhaldsdeild fólkaskúlans, kvøldskúlaundirvísingina og musikskúla- undirvísingina, hevði eitt skipað samstarv um alla oynna kunna havt við sær eitt størri næmingatal. Harvið hevði verið skapt grundarlag fyri fleiri og meiri fjøltáttaðum undirvísingartilboðum, eins og verandi játtanir á økjunum kundu verið betur gagnnýttar.

Rakstrarfyrimunir
Ein kommunal eind, heldur enn 7 kommunur, áttu at havt við sær ein bíligari rakstur, eins og ein stór kommunal eind í oynni hevði verið før fyri at rikið eina eitt nú løgfrøðiliga og byggitekniskt sterkari umsiting, enn smáu eindirnar hvør sær eru tað. Havandi í huga tosið um at leggja alt fleiri málsøki út til kommunurnar at umsita, verður helst neyðugt við munandi sterkari kommunalari umsiting í oynni, uttan mun til um kommunurnar leggja saman ella ikki.
Soleiðis hevði heldur ikki verið neyðugt at latið eins nógvan pening av oynni fyri eitt nú løgfrøði- ligar og byggitekniskar tænastur, sum vit gera tað í dag.
Sum einfalt dømi um rakstarfyrimunir kann eisini nevnast, at um oyggjin var ein kommuna, høvdu løn, fundarpeningur og aðrar samsýningar til 1 borgarstjóra og 9 ella 11 býráðslimir verið munandi lægri, enn tilsvarandi útreiðslur til núverandi 7 bý- og bygdaráðsformenn og einar 43 bý- og bygdaráðslimir.

Frá sundurlyndi til samanhald
Eg trúgvi eisini, at um oyggjin var ein kommuna, hevði tað í sjálvum sær havt við sær, at suðuroyingar í størri mun sóu - og stóðu saman um oynna sum eina heild. Hettar soleiðis, at eitt nú toganin millum bæði tey størru plássini í oynni við tíðini fekk ein enda og sundurlyndi varð vent til felags stev og tvørpolitiskt samstarv.
Av tí at tað í Suðuroy eru tvær javnt stórar kommunur, er truplari at leggja saman í eina kommunu her suðuri, enn tað hevur verið í teimum økjum, har fleiri minni kommunur hava savnað seg um eina størri kommunu. Tí er tað eisini heilt náttúrligt, at demokratiska tilgongdin hevur tikið longur tíð her í oynni, enn aðrastaðni í landinum.

Tvær kommunur
Verður oyggjin løgd saman í tvær kommunur, verður eftir mínum tykki enn størri gjógv millum ta, vit í dag tíverri alt og ofta nevna sunnaru - og norðaru hálvu, rakstarligu fyrimunirnir verða ov smáir, eins og fólkatalsligu - og fíggjarliga fyrimunirnir verða ov smáir og politiska slagkraftin tilsvarandi minni.

Samanumtikið
Grundað á tey yvirskipaðu viðurskifti, sum eru nevnd omanfyri og við atliti til gongdina uttan um okkum, er tíðin eftir mínum tykki búgvin til at leggja oynna saman í eina kommunu. Hettar eigur at verða gjørt sum skjótast, soleiðis at vit ikki gerast eftirbátar í mun til onnur øki í landinum.