Samansettur superbólkur vitjar á Skarvi

Komandi leygarkvøld verður livandi tónleikur á Skarvi. Tá fer ein samansettur bólkur, mannaður við royndum og dugnaligum tónleikarum at spæla kend løg.

Í tíðindaskrivi verður greitt frá, at hesin bólkur varð samlaður í Skravi. Bólkurin hevur áður framført í vælvitjaða føroyingatilhaldinum í Keypmannahavn, og ta ferðina var tiltakið sera væleydnað. Tískil velja fyriskiparirnir at taka táttin uppaftur.

 

Tey sum mannað hendan bólk eru kend innan tónleikin. Tróndur Enni hevur í mong ár verið úti um seg við tónleikinum. Hann er upprunaliga trompetleikari, men er eisini hollur sangari og gittarleikari. Uni R. Debess hevur í fleiri ár verið samheiti við bluestónleik í Føroyum. Angelika Nielsen spælir fiól, og hana hava vit áður hoyrt m.a. við Spælimonnunum. Høgni Lisberg er ein av okkara frægastu sangarum og lagsmiðjum. Leygarkvøldið situr hann tó handan trummurnar, júst sum hann plagdi at gera, tá ið hann á sinnið spældi við Clickhaze.

Tiltakið byrjar á midnátt.