- Vit eru samd um einki at siga.
Sambandsfólk eru ikki serliga tíðindafróð í morgun.
Formaðurin í flokkinum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur verið í rættiligum, politiskum ódnarveðrið seinastu dagarnar, eftir at hann fyrst tapti fólkatingsvalið, og síðani hevur kanningin hjá Gammeltoft staðfest, at hann segði ósatt fyri løgtinginum.
Røddir hava verið um at koyra hann frá sum formann - og eisini sum løgmann, tí tað ber ikki til at hava ein løgmann, sum sigur ósatt fyri tinginum.
Og í gjárkvøldið skuldi veljarafeløgini hjá Sambandsflokkinum hava fund um spurningin.
Men á tí fundinum vórðu tey samd um, einki at siga. Samstundis hava tey gjørt av, at Eivin Jacobsen, tingmaður, verður talsmaður hjá feløgunum í hesum máli.
Og hann sigur, at tað var ein fínur fundur. Men tað er eisini at kalla tað, hann vil siga í morgun.
Løgmaður hevur verið á oyggjaleikum á Jersey, men hann er á veg aftur til Føroya í dag, og Eivin Jacobsen sigur, at tey vilja hava hann til landið fyrst
Men hann leggur afturat, at tað kann henda, at ein fráboðan kemur frá flokkinum seinni í dag.
Men hvat fer at standa í henni, vil hann einki siga um. Men hann leggur afturat, at tey eru fullgreið yvir álvaran í málinum.
- Vit eru greið yvir, hvar klokkan stendur, so kunnu onnur gita sær til, nær hon slær, sigur hann gátuførur.
Sambandsflkkurin hevur tapt eitt fólkatingsval og úrslitið av kanningini hjá Gammeltoft gongur løgmanni ímóti, og samstundis stendur løgtingsval fyri durum.
Og keldur í flokkinum siga kortini, at tey ætla ikki, at tað skal ganga so rúm tíð sum heilt í august mánað, áðrenn ein avgerð verður tikin.
Norðoya Sambandsfelag hevur longu boðað frá, at tey geva Kaj Leo Holm Johannesen sín fulla stuðul, og tað sama hevur Johan Petersen, formaður í sambandsfelagnum í Eysturoy, sagt við okkum.
Hinvegin hevur formaðurin í Vága Sambandsfelag, Hugin Skaalum, sagt við okkum, at kanska er stundin komin at Kaj Leo leggur frá sær sum formaður í flokkinum.
- Tað er altíð óheppið, at ein politikari ikki er reiðiligur og ber Løgtinginum rangar upplýsingar. Tað er nøktandi, og so slett ikki av einum løgmanni, segði Hugin Skaalum við Sosialin.