Samgongan ikki sinnað at hækka íløgukarm

Annika Olsen, landsstýriskvinna, sigur, at samgongan er ikki sinnað at hækka íløgukarmin í sambandi við vegagerðina í Leirvík, og tí liggur alt í løtuni í óvissu um, hvussu verður við hesi verkætlan

Leirvík

Stýgur er av álvara komin í ætlanina at byggja vegin í Leirvík, sum skal føra ferðsluna úr Norðoyatunlinum gjøgnum Leirvíkar bygd og niðan í Leirvíkartunnilin.
Tíðindini bórust, tá ein arbeiðstakari, sum Sosialurin hevur samrøðu við í blaðnum í dag, lat okkum vita, at teir, sum høvdu lægsta boð við lisitatiónina á Landsverki hin 11. juni í ár, enn einki endaligt hava frætt um, hvussu verður og ikki.
Í aðrari grein í blaðnum í dag sigur stjórin í Landsverki, Oyvindur Brimnes, at verklagslógin, sum løgtingið hevur samtykt við einum íløgulofti upp á 40 miljónir krónur, fer ikki at halda.
Hann sigur, at verkætlanin við teimum krøvum um endurgjald fyri eitt nú verri bátahyl, mist parkeringspláss og onkran atkomuveg í Leirvík fer at tátta í 50 miljónir krónur.
- Tí verður neyðugt hjá landsstýriskvinnuni, Anniku Olsen, at fara aftur í løgtingið við verklagslógini, sigur stjórin í Landsverki.

Støðan fastløst
Annika Olsen, landsstýriskvinna, ásannar, at málið við leirvíkarvegnum er steðgað upp, nú tað vísir seg, at neyðugt verður við meira enn teimum 40 miljónum krónunum, sum samtyktar eru í verandi verkklagslóg.
- Eg havi reist málið í samgonguni, men havi ikki fingið undirtøku fyri, at íløgukarmurin verður øktur. Hetta málið harmar meg ógvuliga nógv, men sum er, er ikki líkt til, at eg kann røkka á mál í samgonguni. Tí nyttar heldur einki at fara í løgtingið við málinum, sigur hon.
Annika Olsen sigur seg vóna, at Landsverk og Eysturkommuna onkusvegna kunnu koma ásamt um eina verkætlan við vegnum gjøgnum Leirvíkar bygd, sum ger, at hendan verður innanfyri galdandi íløgukarm.