Hetta kemur rættiliga bak upp á okkum í Javnaðarflokkinum, sum á landsfundi um 14 dagar m.a. skulu viðgera loysingina hjá samgonguni. Satt at siga so væntaði eg frið um hetta mál, til tað fráboðaða aðalorðaskiftið skuldi vera. Hóast vit ongan møguleika hava at viðgera málið innanfloks, t.v.s. í øllum flokkinum, so veit eg, hvat mínir egnu veljarar vænta av mær. Eg eri ikki valdur at taka loysingina við tjóðveldinum, og út frá hesum má eg arbeiða.
Politikkur er at virka fyri tí, man heldur vera rætt og kempa ímóti tí, man heldur vera til skaða fyri samfelagið.
Í hesum føri biður landsstýrið um óavmarkaðar heimildir at samráðast um lagnuna hjá øllum føroyingum og vit ána ikki, hvørjum úrsliti tað kemur heim aftur við.
Javnaðarflokkurin hevur biðið um samstarv, men samgongan koyrir sítt sololøb, tí verður tað eisini uppgávan hjá samgonguni at sannføra fólkið um, at loysingin er tað rætta. Hetta verður ein trupul uppgáva, tá ið fólkaatkvøðan verður.
Aðalmunurin millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin er tann, at meðan Tjóðveldisflokkurin setur tjóðskapin fremst, stríðist Javnaðarflokkurin fyri vælferð og trygd fyri allar borgarar. So tá ið Tjóðveldisflokkurin ber flaggið so høgt, at beinini ikki røkka niður á jørðina, so eru vit ikki við longur.
Sjálvstýrispolitikkurin hjá samgonguni er í stuttum tann, at landsstýrið fer til Danmarkar at samráðast um yvirtøku av øllum málsøkjum og fígging til fram-haldandi rakstur av samfelagnum.
Heimafturkomnir verður fullveldið Føroyar proklamerað. Ein hálvan tíma seinni ella so verður heitt á danskar myndugleikar um at umsita somu málsøkir, sum teir við tógvi stríð hava tingið seg fram til at yvirtaka.
Skil tað hvør ið kann, eg skilji tað ikki. Annars helt eg, at tjóðskaparkensla hevði nakað við stoltleika at gera, men hetta er tað øvugta, tað er eyðmýkjandi. Og hvat fara danskir myndugleikar at siga til, at ein so smøl samgonga kemur niður at tingast um eina »vøru«, sum einans 25% ynskja sær, og heili 75% av fólkinum eru ímóti. Verða teir tiknir fyri fult? eg yvist.
Lurtar tú eftir teimum almennu fjølmiðlunum, so fært tú ta fatan, at fullveldið Føroyar longu er veruleiki. Størsta álvarsmál í útvarpinum á ólavsøku var at leggja tann nýggja tjóðardagin í kalendararn, og fjølmiðlarnir vilja verða við, at orsøkin til, at norðmenn vístu løgmanni blíðskap, er tann, at fullveldi er á trappuni.
Hetta uppskotið gongur bara 4. ella 5. hvørjum føroyngi á møti, og et heiti tí staðiliga á løgtingið um at fella tað, tá tíðin kemur.
Eitt annað er, at fólkið ynskir broytingar í ta ríkisrættarligu støðuna, men harfrá til loysing er eitt langt lop. Javnaðarflokkurin ynskir eina sjálvstýrislóg, sum ger øll mál Føroyar-Danmark ímillum til mál, ið kunnu yvirtakast, tá fólkið ynskir tað, og tá ið búskaparligar umstøður loyva tí.
Javnaðarflokkurin ynskir búskaparligt frælsi fyrst og síðan politiskt frælsi. Samgongan gongur bara eftir tí politiska frælsinum, og hetta ger málið veruleikafjart. At trúgva tí, at vinnulívið skal geva eina milliard meira í inntøku til landskassan, bert tí vit loysa, er tað reina utopi. Virðiligari er at seta sær búskaparlig mál, tá kemur frælsið av sær sjálvum.
Hesa setuna eru 5 mál løgd fyri tingið. Tvey av teimum snúgva seg um loysingina. Heimahjálpin hevur rópt neyðarróp alt summar uttan at fáa hjálp. Heta er ein greið prioritering av einari borgarligari sjálvstýrissamgongu, og eitt dømi um hvat tey gomlu og veiku kunnu vænta sær, tá ið almannaverkið verður skorið eftir føroyskum leisti, sum sagt verður.
Annars skuldi rívan verið at trivi í hjá samgonguni: Eitt niðurslitið sjúkrahús, endurnýgging av skipaflotanum, marknatrætan við Ongland, pensiónir, sum eru afturútsigldar, arbeiðsloysi stórt í pørtum av landinum, reallønin lækkar, kommunuskuldin og samráðingar við ES fyri at nevna nøkur hissini mál.
Líkindir skuldu verið at gjørt munandi sosialar ábøtur. Fiskaprísirnir eru tvífaldaðir eftir stutta tíð, og hetta má geva met yvirskot á fíggjarlógina í ár.
Samanumtikið eru mong átrokandi álvarsmál at loysa, sum hava nógv størri týdning enn hetta málið, og fær tað tí ikki mína undirtøku.
Dan Reinert Petersen