Samgongan vil strika óneyðugar lógir

Landsstýrið fer nú undir eina stóra endurskoðan av føroyska lógarverkinum fyri at minka um fyrisiting og stytta viðgerðartíðir.

Fyri borgarar og vinnulív kann tað gerast lættari at hava við almennu umsitingina at gera, um ætlanirnar hjá samgonguni verða veruleiki.

 

Í frágreiðingini frá landsstýrinum í sambandi við ólavsøkurøðu løgmans verður boðað frá, at eitt av málunum hjá samgonguni er at endurskoða føroyska lógarverkið við tí endamáli at minka um óneyðuga fyrisiting og eftirlit.

 

Øll landsstýrisfólkini skulu nú fara gjøgnum síni málsøki og meta um, hvørjar reglur kunnu takast burtur.

 

Eisini skulu stjórnarráðini kanna, hvussu viðgerðartíðir kunnu styttast. Millum annað verður hugt at, um ávís stig í kæruviðgerðum kunnu takast burtur, uttan at rættartrygdin versnar.

 

Málið er, at borgarar og fyritøkur skulu brúka minni tíð upp á umsiting, og at myndugleikarnir samstundis fáa einfaldari arbeiðsgongdir.

 

Landsstýrið væntar at hava eina samlaða frágreiðing klára um arbeiðið við ársenda.