24 ára gamla vágsgentan Anna Djurhuus hevur ongantíð verið bangin fyri at standa við sín samleika. Hon smæðist ikki, hóast hon brýtur nógv frá vanliga lívinum hjá ungum føroyingum. Hon hevur altíð vitað, hvør hon er, og á ungum aldri greiddi hon familju, vinum og kenningum frá sínum seksualiteti.
Vágur er paradís á jørð
Hóast mong helst ivast í, hvussu góðar umstøðurnar hjá samkyndum munnu verða í Føroyum, so er í øllum førum ein samkynd kvinna, sum heldur Føroyar verða paradís á jørð.
Anna Djurhuus er fødd og uppvaksin í Vági, og hon býr har framvegis. Á ungum aldri varnaðist hon, at hon ikki var sum hinar vinkonurnar. Henni dámdi gentur. Meðan hinar vinkonurnar tosaðu um dreingir, so var tað ikki eins áhugavert fyri hana. Hon helt, at tankin um at mussa eina gentu var spennandi, hóast hon ongantíð hevði roynt tað.
Sum 12 ára gomul royndi hon fyri fyrstu ferð at mussa eina gentu, og tá hvarv ivin.
– Eg visti beinan vegin, at eg var til gentur. Tað føldist gott og rætt uppá allar mátar at mussa eina gentu. Men eg var lívsrædd fyri, hvat fólk fóru at siga. Hvat tey fóru at halda um meg. Og um tey, sum eg eru góð við, fóru at góðtaka meg, greiður Anna frá.
Og ístaðin fyri at greiða sínum nærmastu frá sínum kenslum, valdi hon at tiga tað burtur í vónini um, at kenslurnar fyri gentum fóru at hvørva.
– Eg trúði eg kundi ignorera tað, og helt tað tí innan í mær í langa tíð, sigur Anna.
Sannleikin má fram
Árini gingu, men kenslurnar hjá Annu fóru ongan veg. Tær vóru væl fjaldar, men sum ein tikkandi bumba brast Anna, tá ið hon var 14 ára gomul.
– Eg mátti siga tað fyri mínum nærmastu. Eg kundi ikki halda tað innan í longur, tí ivin var ikki til staðar. Eg visti, at eg var til gentur, greiður Anna frá.
Sum 14 ár greiddi hon vinkonunum og beiggja sínum frá sínum kenslum. Men foreldrini fingu ikki sannleikan at vita, fyrr enn nøkur ár eftir. Mamman, tá ið Anna var 16 ár, og pápin, tá ið Anna var 18 ár.
– Eg stúrdi fyri, hvussu mamma og pápi fóru at taka tað. Men tá ið avtornaði stuðlaðu tey mær, sigur Anna.
Hóast hon í fleiri ár hevði borið ótta fyri ikki at verða góðtikin, so vísti tað seg, at tey nærmastu stuðlaðu henni, tá ið hon greiddi teimium frá sínum loyndarmáli.
– Familjan og vinirnir hava ongantíð havt nakran trupulleika við, at eg eri samkynd. Summi blivu væl skiljandi rættiliga bilsin, men tey hava altíð góðtikið meg, sum eg eri. Tað er eri ótrúliga glað fyri, greiður Anna Djurhuus frá.
Samkynd skulu brenna í helviti
Í Føroyum hevur seinastu árini verið tosað nógv um samkynd, teirra kor og rættindi. Anna Djurhuus hevur eisini upplivað nøkur neilig ting gjøgnum ár og dag, men í dag stórtrívist hon í Vági.
– Tað er fantastiskt at búgva í Vági. Men tað havi eg eisini familju og vinum at takka fyri. Tað hevur ikki altíð verið lætt, sigur Anna Djurhuus.
At búgva í einum lítlum samfelag og í eini lítlari bygd sum Vág hevur eisini sínar keðiligu síður.
– Tað ringasta er slatur, sum mangan er ógvuliga særandi. Men samstundis kenni eg øll her, og eg føli meg trygga her, sigur Anna Djurhuus.
Men hóast tryggleikan í Vági, so eru tað summi, sum trúgva teimum sokallaðu mytunum um samkynd.
– Summi halda, at tað er ein sjúka, sum smittar. Onnur halda, at eg eri at meta við ein pedofil. Og summi halda enntá, at eg havi uppiborið at brenna í helviti. Summi eru eisini bangin fyri, at samkynd royna eftir øllum av sama kyni. Tað geri eg altso ikki – eg eri rættiliga kræsin, sigur Anna skemtandi.
Hon hevur eisini roynt at búgva í Havn, men har var støðan verri um nakað.
– Flestu fordómarnar og mótstøðuna havi eg møtt í Havn. Eg fekk ikki frið í Havnini, og eg fekk eisini nøkur hóttandi sms-boð. Men tað er hóast alt nøkur ár síðani. Vónandi er støðan broytt, sigur Anna Djurhuus.
Tey hóttandi sms-boðini settu síni spor, og hennara lív í Havnini var nakað merkt at tí. Men hon valdi at taka frástøðu frá slíkum atburði og bara fáa sær eitt nýtt, dult telefonnummar.
– Tey skrivaðu til mín, at eg ikki skuldi spreiða slíka sjúku í Føroyum. Og at eg hevði uppiborið at brenna í helviti fyri mínar syndir, sigur Anna.
Lætt, at fáa eina damu við heim
Flest øll vilja hava ein maka at liva lívið saman við, og soleiðis er eisini við Annu Djurhuus. Ein myta um samkynd er, at tað er trupult hjá føroyskum samkyndum kvinnum at finna ein maka ella eina at deila eina nátt saman við. Men hendan trupulleikan kennir Anna Djurhuus ikki til.
Anna hevur verið í parlagi nakrar ferðir, men hevur enn ikki funnið sína einastu einu.
– Tað er eingin trupulleiki at finna sær eina damu at taka við heim eina nátt. Men tað er nakað verri at finna ein maka, sigur Anna Djurhuus.
Samfelagið er lítið, og kvinnur hava trupult við at viðurkenna sín samkynda hug við at fara alment í eitt parlag við henni.
Børnini skulu kunnast um samkynd
Hóast Anna trívist væl í Føroyum, so eru summi viðurskifti, sum hon fegin vildi broytt, fekk hon møguleikan.
– Eg haldi, at børn og ung í Føroyum skulu upplýsast um samkynd. Tað hevði avgjørt minkað um fordómarnar, sum fólk hava móti samkyndum. Fordómar koma jú av óvitan, sigur Anna Djurhuus.
Eisini heldur hon, at rættindini hjá teimum samkyndu skulu betrast í Føroyum.
– Eg vildi ynskt, at okkara rættindi gjørdust betri. Til dømis skrásett parlag og ættleiðing, sigur Anna Djurhuus.
Nú hava vit lisið nógv um mytur mótvegis samkyndum, men tað er eisini ein myta um føroyska samfelagið, sum Anna ger upp við.
– Um ein vil trívast onkustaðni, so er bara at gera nakað fyri tað. Tað er nógv at takast við her suðuri í Vági, og eg hugni mær óført og livi eitt »normalt« lív saman við mínum nærmastu, sigur Anna Djurhuus, sum slær fast, at hon altíð vil búgva her á klettunum.