Vit hava fingið eitt avrit av telefonsamrøðuni, og prenta tað niðanfyri.
Avskrivt av telefonsamrøðu
Tvær ringingar til 351448 tann 1. januar 07 á politistøðina í Tórshavn.
Vakthavandi er (navn ikki upplýst), í samrøðuni niðanfyri nevndur sum: P.
Tann, ið ringir er: (navn er upplýst), Havnarskrivstovan. Í samrøðuni nevndur sum: H
Samrøða 1 kl 00:40
P: Politistøðin í Havn.
H: ja, gott kvøld, Tórshavnar Havn
P: Ja gott kvøld Tórshavnar Havn
H: gott nýggjár.
P: ja takk, somuleiðis.
H: tú eg havi eini ... keðiligan fyrispurning altso
P: Nå
H: Vita tit, um tað saknast nakað fólk?
P: tað kenna ogur einki til, nei.
H: einki til, nei,... nei so mugu vit fáa kannað tað, kanska fáa Brandstøðina ísoí... Blikur akkurát komin, .. hann kom at her
P: Ja
H: Eg var so aftur tók ímóti endanum tá kom upp, og so rópar maðurin til mín ehhh. ... kom, kom líka aftur her og hygg, tá sigur hann, tað sá út sum ein ... ein kroppur kom upp við skrúvuvatninu har, fór líkasum inn ímóti ha?
P: OK
H: Vit hava so hugt har, tað flýtur so ikki nakað
P: OK
H: Tað var tí, at teir spurdur beinanvegin, um tað var nakar saknaður, ella nakað sovorðið ... og teir ganga framvið og lýsa eisini niðurvið her, men ljósið er kanska ikki so kraftugt akkurát, ... so,
P: Bíða, bíða mær eitt lítið sindur, (hoyrist sera lágmælt)
H: so eg ætlaði at fara og fáa eina... eina góða lykt at lýsa við eitt sindur, hvat man sær,.... ella um man skuldi fingið teir at hugt...
P: bíða eitt lítið sindur, eg skal líka fra at vita.
H: Ja....
Friður á samørðuni í 22 sek so
P: bíða mær eitt sindur....
Friður á samrøðuni í 17 sek. so
P. einasta sum... sum er her, sum kundi verið nakað um hatta, har ein í Klaksvík,... men...
H: ja,
P: men hann hevur í hvussu so er verið.... tað er morgun,... ella hvussu so er eitt ella annað um tað,... og seinnapartin eisini, tá hevur hann so ikki verið í Havn.... tað hevur verið í Klaksvík
H: ja,
P: so nei, ikki... ikki hetta her døgnið í hvussu so er....
H: nei
P: ikki sum me... eg komi at hugsa um...
H: nei,
P: nakað skal, ... nakar skal vera....
P: Hvussu eitur tú?
H: Tað er (navn upplýst), vakt,....
P: (endurtøka av fornavni)
H: Tað eru teir á Lómi, sum boðaðu frá... teir løgdu merki til hetta kom líka sum upp við skrúvuvatninum og fór inn undir her... plattin her.
P: OK, ja
H: og tað er ... vis tað er, so er tað sikkurt okkurt sum hevur... ligið niðri veitst tú.... tað er so grunt ha...
P: Nettup, ja...
H: at skrúvuvatnið hevur tikið tað upp, veitst tú, ... og kanska farið niður við aftur..
P: jamen vissi eg,... eg skal hyggja ígjøgnum døgnrapportirnar.
H: Ja,
P: ...nakrar dagar frameftir, ella aftureftir eitur tað.
H: Ja
P: fínasta slag... eh... (navn á fráboðaranevnt)
H. Ja, fínt
P: ok, bei...
Samlaða longd á upptøkuni er 2 minturrir og 53 sekund
Samrøða kl 06:45 sama morgun.
P: Politistøðin í Havn.
H: ja, góðan morgun aftur, og gott nýggjár, eg veit ikki, um tað er sami maðurin eg tosaði við
P: Nei tað er tað ikki.
H: nei,... tað er (navn upplýst), Havnarskrivstovan.
P: oh, ja...
H: tú, tað var viðvíkjandi hasum har, sum teir observeraðu á ... á... Lómi.
P: ja, tað minnist eg,... handan í nátt.
H: handan mannin har...., vit hava havt ljós frá her og tjekkað av, men vit hava so ikki sæð nakað, so hetta er nokk sokkið aftur.
P: ja, .... og hvat fekk tú fatur á nøkrum har uppi? komu kavarar oman?
H: nei,
P: nei,
H: eg veit ikki, um ikki skulu fáa teir oman í morgun at tjekka tað av? senda tit boð eftir teimu, ella skulu vit boða teimum tað frá?
P: Tú, tað er tað, at vit eru heimagangandi, og eg havi... tann vakthavandi sum... sum skal møta nú, hon er ikki møtt enn,... øh.. vit kunnu kunna hana um tað, so eg veit ikki... hvussu leinki ertt ú á vakt?
H: nei, eg fari heim eisini nú
P: tú fer eisini heim nú
H: ja, eg kunni so hendan her um tað, eg havi skrivað
P: ja, tú kundi so kunnað hann um tað, og so kunnu tey kanska snakka saman í loypi av degnum
H: ja veitst tú e... siga, man hevur ikki viljað sett nakað í gongd í... í hesum myrkrinum tað hevur verið,... hvis tað hevur flotið nakað, ... flotnað uppaftur, so... so ... tí vit hava havt gott ljós at lýst við veitst tú, og hugt framvið skipinum eisini, um ... tí tað er inni í krókinum altso.
P: men er man altso sikkur uppá, at tað var ein kroppur ella...
H: ja, ja altso hann... hann.. segði tað var í ljósum cowboybyksum og einum myrkum... sovorðnum jakka ella drakt... altso.... anorakk ella sovorðnum, soleiðis beskrivaði hann tað, og hann hevur verið vakt líka til kl 4 í nátt, tá hesin stýrimaðurin - tann maðurin sum, ella teir báðir, sum vóru har aftur sóu tað, tað var í tí, tá hann kom inn ímóti har? og fær fast...tú veit, eg stóð inni á kaiini... eg fór so út at hyggja, tá er tað nokk farið innundir, tí eg sá tað ongantíð, sjálvur, men hann sigur í einum ljósum cowboybuksum og... og... einari myrkari, myrk í erva – eg veit ikki, anorakk ella sovorðið, altso ... soleiðis tók hann til.
P: ok
H: ja, so tað ivaðist hann ikki í, og hann.... hann... var her alla tíðina og bleiv við at... at...
P: hvør var tað, sigur tú?
H: tað hevur nokk verið 2. stýrimaðurin á Lómi, ... veitst tú, teir standa so høgt, tá teir eru har aftur...
P: tað er Lómur?
H: Lómur, ja
P: OK, ja, eg tr´juði tað var Blikur.
H: ja, nei, Lómur...
P: tú,... ja.... ja, nær.. eg má altso kunna, kunna vakthavandi sum møtir, so.. og so mugu tey bara snakkast við í loypi av degnum, hon kemur nú inn í garðin síggi eg...
H: og hatta har e... nei, ... tað er tað, at Norrøna,... her verður so eingin trafikkur fyrr enn kl 9 haldi eg, 9 nei bíða nú, tað er kl 8, hon kemur í morgun... eh ... Smyril haldi eg, nei, bíða nú, tað er kl 8, hon kemur í morgun... eh... Smyril haldi eg, nei, bíða nú tvass, tað er... hann siglir sum sunnudag ja, so hann verður her útímóti 9, og so er Norrøna kl 11, um 11-tíðina, um tað kann so órógva nakað?
P: eg síggi ikki fráboðan um nakran, sum skuldi verið saknaður, altso tað havi eg gott nokk ikki fingið , men hvis hann er so sikkur upp á tað, so...
H: ja, ja, hann var so... tí,... var tað so ikki tað, so var tað eitt ógvuliga.... var tað ikki eitt, sum fleyt, so var tað eitt ógvguliga væl eftirgjørt eh... eftir gjørd dukka – soleiðis tók hann til, ... tað ivaðist teir ikki í, nei...
P:Tú e... og hvat. tú verður avloystur nú klokkan 7 eisini?
H: eg verði avloystur klokkan 7, ja...P: ok.. veitst tú hvat, eg kunnu vakthavandi, sum nú møtir her, og so kunnar tú hjá tær, og so mugu tit bara snakkast við...
H: Ja,
P: ha?
H: Ja
P: bara gera upp á tann máta, so tey koordinera okkurt.
H: ja, tað er í lagi tú.
P: fínasta slag, o.k. bei...
Samlaða longd á upptøkuni er: 3 min 57 sek.