Týdningarmikið er, at landsins myndugleikar duga at samskifta við landsins borgarar. Tað ber ikki til at samskifta sum um tað vóru orð frá høgum til lágan. Fíggjarmálastýrið og Lønardeildin eru til fyri at politikarnir kunnu hava eitt amboð at tæna fólkinum við. Tað ber ikki til um fólksins tænarar látast at vera harrar.
Nú áttu vit tó at havt somikið álit á starvsetanarpolitikkinum hjá miðfyristingini, at tað ivaleyst eru fólk við drúgvum royndum at samskifta við fólk á jøvnum føti, ið leiða samráðingarnar við fakfeløg vegna skattaborgaran. Óivað hava hesi fólk víst í verki, at tey duga væl at fara við fólki, altíð taka starvsfólk og skriv frá slíkum fyri fult og hava tað sunna grundsjónarmið, at øll kunnu tilføra skipanini vitan. Tað hevði neyvan komið fyri í einum framkomnum samfelag sum Føroyum, at eitt grundsjónarmið, har alt vit býr í einum høvdi ella deild, vann frama í einari so týdningarmiklari deild sum Lønardeildin nú einaferð er. Lønardeildin ger óivað við lítillætni sítt ítarsta til at tæna hinum stýrunum og politiska viljanum, so at mál verða avgreidd skjótt og greitt uttan at deildin spælir politiskur harri og roynir at blokera.
At tað tykist ganga trupult við samráðingunum kann tykjast heldur óskilligt um omanfyristandandi er rætt. Kanska er onkur smávegis innkoyringartrupulleiki, ella samskiftistrupulleiki, ið kann skyldast bygnaðarbroytingunum, ið eru farnar fram seinastu árini. Trupulleikin kann eisini vera onkur annar, ið vit ikki duga at síggja, men hettar fær Fíggjarmálastýrið vónandi skjótt í rætt lag so samráðingarpartar um ikki annað tosa saman.
Grundsjónarmiðið, at øll kunnu tilføra virði í einari mannagongd, er ivaleyst til staðar í allari miðfyristingini, sum rætt er. Vónandi er hettar nakað sum er lagt í mønina av arbeiðsmentanini í miðfyrisitingini, so deildir og stýri, sum náttúrligt er, royna at fáa gagn og menning burturúr konstruktivum kritikki og gevandi samráðingum. Man lærir so leingi man livir.
Eingin er so klókur, at hann ikki kann gerast klókari eru vísdómsorð, ið fólk við hollum kunnleika og lívslangum royndum støðugt mugu ásanna. Hjá einari nýggjari umsiting, ið enn traðkar umsitingarligar barnaskógvar eftir einans fáum árum við nýggjum bygnaði, er ein slíkur hugburður einki minni enn lívsneyðugur, og hettar er vónandi væl skilt í allari okkara landsumsiting.
Hvat aktuellu ósemjuni viðvíkjandi lærarunum viðvíkur, so er tað annars óhoyrt, at ein fíggjarmálaráðharri fyrst ikki vil játta undirvísingarpartinum teir pengar, ið ein broytt og betrað fólkaskúlalóg leggur upp til og pliktar til. At sami fíggjarmálaráðharri ístaðin vil broyta lógina aftur til tað gamla er heilt burturvið. Vit kunnu í hesum máli bara geva undirvísingarmálaráðharranum rætt í, at sjálvandi skal fíggjarmálaráðharrin játta pengarnar. Tað er annars hugskoytt at vita sær, at høgra hond í Tjóðveldisflokkinum ikki veit, hvat vinstra ger.