- Tað er einki nýtt síðani í gjárkvøldið.
Tað staðfestir Terje Sigurðsson, semingsmaður, fyri eini lítlari løtu síðani.
Í gjár boðsendu semingsmenninir Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið til fundar í Deplinum í Skálavík, í eini roynd at finna semju ímillum partarnar so at Strandferðslan ikki verður løgd av verkfalli.
Samráðingarnar slitnaðu síðsta hósdag og avleiðingin var, at verkfall varð lýst á Strandferðsluni leygardagin klokkan 17.
Fríggjakvøldið varð Løgtingið kallað saman á fund leygardagin á miðdegi at forða fyri verkfallinum.
Men seint fríggjakvøldið kom eitt nýtt útspæl frá Fíggjarmálaráðnum, sum aftur gav pørtunum blóð upp á tonnina í royndunum at finna semju.
Semingsmenninir hildu, at nýggja úrspælið frá Fíggjarmálaráðnum kundi verið eitt brúkligt grundarlag undir víðari samráðingum og eini semju og tí boðsendi hann pørtunum á semingsfund í Skálavík í dag.
Men tá ið vit fingu orðið á hann fyri løtu síðani, var ikki so nógv hent.
Samráðst var til út á kvøldið í gjárkvøldið, men partarnir hava fingið hvíld í nátt og í morgun vóru samráðingarnar so tiknar upp aftur.
Terje Sigurðsson sigur, at tað er framvegis gongd í málinum, men hann dugir ikki at siga, hvussu leingi hetta samráðingarumfarið varar.
Men hann sigur, at tey sita til tað er greitt um tað røkkur ella støkkur. Røkkur tað, verður nýggjur sáttmáli skrivaður. Støkkur tað, verður verkfall uttan iva lýst aftur, men tað er at kalla líka so vist, at Løgtingið fer at steðga tí við lóg.